TØK PLÁSS TIL HEILSUHJÁLPARA Í SEPTEMBUR ! 

 

Tað eru nøkur fá pláss tøk í útbúgvingini til heilsuhjálpara, sum byrjar hálvan septembur. Vit hava fingið nøkur avboð frá umsøkjarum og tí eru pláss tøk nú.

Tú ert tvær ferðir 3 mánaðir í skúla í Suðuroy og tvær ferðir 3 mánaðir í starvsvenjing, sum kann liggja kring alt landið. Tú arbeiðir við umsorgan og røkt til tey, sum hava mist førleikar vegna elli ella sjúku. Tú arbeiðir við endurmenning, og soleiðis stuðlar tú teimum at menna mistar førleikar aftur. Soleiðis fært tú eitt arbeiðið, har tú gert mun og sum gevur meining. Tú mennir teg persónliga og lærir um hvussu vit samskifta á ymiskan hátt, og hvussu tú kann blíva betri til samstarv. Tú lærir um at virða onnur, um fordómar, og um at fyribyrgja ósemjur. 

Um tú hevur hug at byrja hesa útbúgving, send eina umsókn inn, skjótast gjørligt.

Les meira um útbúgvingina her

Umsóknarblað og upptøkukrøv

HEVUR TÚ NÓGVAR ARBEIÐSROYNDIR? LES MEIRA

 

Fyrrverandi næmingar siga frá um hvar tey arbeiða