Fjarundirvísing á Heilsuskúlanum

Partvís fjarundirvísing verður sett í verk á Heilsuskúlanum, sum ein roynd.

Tú gongur í skúla sum vanligt, onkrar dagar kanst tú sita heima, ella aðrasteðs og gera skúlatingini. Tað fer at standa í tímatalvuni nær tað verður. Skúlin leggur sum oftast fjarundirvísingardagarnar upp til vikuskiftini t.d mánadag ella fríggjadag. 

Aðrasteðs er hesin arbeiðsformur settur í verk fyri at lætta um skúlapartin hjá næmingum, sum hava bústað langt frá skúlanum.

 

Lýsing av fjarundirvísing, á Heilsuskúlanum

Fjarundirvísing og fjarlestur eru hvørt sítt.

 

Fjarundirvísing

Einstakir dagar við undirvísing gjøgnum netið.

Tað kann vera nakrir næmingar sita í hølum á skúlanum og aðrir runt landið.

Ella allir næmingarnir, sita runt landið, frammanfyri teldu, har upplegg hjá læraranum er teldutøkt. Lærarin er tøkur og kann stuðla við skrivligum og munnligum spurningum. 

 

Fjarlestur

Fjarlestur er egnað til hægri útbúgvingar við ongari møtiskyldu og undirvísingin er fyri tað mesta yvir netið. Tað er ikki ætlanin at seta í verk fjarlestur á Heilsuskúlanum.

Næmingar á Heilsuskúlanum hava møtiskyldu, tí kunnu longri tíðarskeið ikki verða sum fjarlestur.

Yrkisútbúgvingar brúka vanliga ikki fjarlestur, av tí at eitt hondverk skal lærast í verki. Fyri at læra at taka sær av øðrum menniskjum, skulu venjingar í førleikunum til, í samskifti og samstarvi við aðrar næmingar.