Fjarundirvísing á Heilsuskúlanum

Partvís fjarundirvísing verður sett í verk á Heilsuskúlanum, sum ein roynd, 1-2 dagar um vikuna.

Tú gongur í skúla sum vanligt, men 1-2 dagar um vikuna, kanst tú sita heima, ella aðrasteðs og gera skúlatingini. Tað fer at standa í tímatalvuni nær tað verður. Skúlin leggur fjarundirvísingardagarnar upp til vikuskiftini t.d mánadag ella fríggjadag. 

Aðrasteðs er hesin arbeiðsformur settur í verk fyri at lætta um skúlapartin hjá næmingum, sum hava bústað langt frá skúlanum.

Heilsuskúlin hevur í eina tíð brúkt partvísa fjarundirvísing, fyri at gera útbúgvingina meira atkomiliga til næmingar, sum skulu flyta seg langt at taka útbúgving.

 

 

Lýsing av fjarundirvísing, á Heilsuskúlanum

Fjarundirvísing og fjarlestur eru hvørt sítt.

 

Fjarundirvísing

Einstakir dagar (1 - 2 dagar um vikuna) við undirvísing gjøgnum netið.

Tað kann vera nakrir næmingar sita í hølum á skúlanum og aðrir runt landið.

Ella allir næmingarnir, sita runt landið, frammanfyri teldu, har upplegg hjá læraranum er teldutøkt. Lærarin er tøkur og kann stuðla við skrivligum og munnligum spurningum. 

 

Fjarlestur

Fjarlestur er egnað til hægri útbúgvingar við ongari møtiskyldu og undirvísingin er fyri tað mesta yvir netið. Tað er ikki ætlanin at seta í verk fjarlestur.

Næmingar á Heilsuskúlanum hava møtiskyldu, tí kunnu longri tíðarskeið, ella øll undirvísing, ikki verða sum fjarlestur.

Yrkisútbúgvingar brúka vanliga ikki fjarlestur, av tí at eitt hondverk skal lærast í verki. Fyri at læra at taka sær av øðrum menniskjum, skulu venjingar í førleikunum til, í samskifti og samstarvi við aðrar næmingar.