Ein heilsuhjálpari til arbeiðis fortelur

Tá eg var komin oman um húsini, hoyrdi eg okkurt "banka" inni...

Tað var eitt kvøldi eg var til arbeiðis í útiøkinum. Eg hevði hjálpt einum borgara í song, sløkt ljósið og stongt hurðina. Tá eg var komin oman um húsini, hoyrdi eg eitt ”banka” inni. Mín samvitska segði mær, at eg skuldi venda inn aftur. 

Tá eg kom inn, var borgarin farin upp aftur og var dottin. So um eg hevði verið fráverandi og bara var farin avstað, hevði borgarin ligið á gólvinum til heimahjálpin kom morgunin eftir og støðan kundi verið sera álvarslig.... ja, eg kann ikki ímynda mær støðuna. Hetta eru jú eldri fólk vit hava við at gera, sum ofta eru veik.

Eg havi sett mær sjálvum eitt mál: Altíð at vera nærverandi og til staðar inni hjá borgaranum; líka til eg eri úti aftur. Er tíðin knøpp av einari ella aðrari orsøk, so lati eg ikki sama borgara merkja, dag um dag, at í dag eru ikki stundir til stórvegis prát. 

Søk inn freist 1. novembur ella 15. mars.

 

Fakta um útbúgvingina

  • Heilsuhjálparin arbeiðir við røkt og umsorgan til tann, sum hevur mist vanligar førleikar, orsaka av elli, sjúku, ella til tann, ið hevur viðføtt brek. 
  • Endurvenjing skal hugsast inn í arbeiði, soleiðis at borgarin kann royna at fáa mistar førleikar aftur.
  • Borgarin setur sjálvur ynski fram um hvørjar førleikar hann ynskir at endurvenja, t.d at klára sjálvur at busta tenn, fara í bað, lata seg í skógvar ella klæðir, at eta, at ganga e.l. 
  • Heilsuhjálparin lærir, hvussu ein skal tryggja at samskifti er so gott sum gjørligt, at virða borgaran og samstarva um hvussu røktin og stuðulin skal gevast.
  • Heilsuhjálpari brúkar sína vitan um lívssøguna hjá borgaranum til at leggja sín stuðul tilrættis og tekur støði í hvussu borgarin fyrr hevur livað sítt lív.