Ein heilsuhjálpari til arbeiðis fortelur..

Løtan tú ert saman við borgaranum, er ikki tín løta, men tað er løtan hjá borgaranum

Smá brot úr einari frásøgn

”Eg var tilkallað at hjálpa einum starvsfelaga, tí ein borgari lá á gólvinum”. Har var sera nógv at arbeiða við, hann skuldi hava hjálp til alt…

Har var ongin kontakt við familjuna, børn ella fólk yvirhøvur uttan heimahjálpina. Og kallitólið var slitið, tí tað bleiv misbrúkt.

Áðrenn vit, borgarin og eg, seta gongd á alt ov nógv, má eg fyrst vita, um viljin veruliga er til staðar til eina broyting. Tá vikan var av, føldi eg onki framstig.

Eg spurdi hann, hvat hann hevði tikist við áður og hvat hann tímdi at gera.

Vit fáa telefonina í rættlag og tosa um tey nærmastu, ið hann hevur mist samband við. Borgarin blívur keddur og vil ella veit ikki, hvussu hann skal tosa um hetta.

Eg finni nummarið hjá einum av hansara nærmasta. Fyri meg er umráðandi at finna javnvágina. Hvussu nógv kann eg pressa uppá? Eg sigi nummarið einar tvær til tríggjar ferðir um dagin í einar tveir, tríggjar dagar.

Ein morgun eg komi til arbeiðis, er hann sera glaður. Hann hevur ringt og alt gekst væl.

"Tá tú trýrt uppá meg, so má eg eisini" segði hann.

Í dag hevur borgarin samband við nógv av sínum nærmastu. Hevur fingið ein virðiligan gerandisdag, har hann sjálvur kann passa sítt persónliga reinføri, ganga túr, vera ein partur av tí sosiala samfelagnum, gera ítriv heima og vera ein partur í matgerð heima, fara til handils o.a.

 

 

Eg havi lært sera nógv av hesari tíðini:

Hvussu umráðandi tað er at vera tolin, róligur og til staðar. At eygleiða gerðir og útsagnir. Hvat tær kunnu merkja, tí tað merkir ikki altíð tað, sum verður sagt ella gjørt. At hjálpa borgaranum at seta orð á gerðir og útsagnir, so hann betur kann skilja seg sjálvan.

Stuðla undir, at borgarin kann byggja upp ella varðveita sítt sjálvvirðið. Tað er ikki altíð neyðugt hjá okkum sum heilsuhjálparar at seta orð á “feilir,” men heldur eygleiða og vegleiða borgarin á annan hátt, við at siga: “gott, men tú kanst eisini gera so ella siga so” so borgarin ikki følir, at hann ikki megnar.

At løtan tú ert saman við borgaranum, ikki er tín løta, men tað er løtan hjá borgaranum, tú ert har fyri hann. Hansara løta, ikki mín løta, mínar kenslur og mínar gerðir, ið hava týdning.

Hvussu umráðandi tað er at hava tvørfakligt samstarv við aðrar starvsbólkar, starvsfelagar og familju/vinir. Uttan samstarv hevði hetta ikki kunna latið seg gjørt. Samstarv við fysioterapeutin um, hvørjar rørslur eru best fyri hendan borgaran likamliga, fyri at blíva styrktur. Samstarv við starvsfelagar, so øll kunna arbeiða eftir sama leisti, uttan ov nógv afturstig. Hvussu umráðandi familja og vinir eru, at vera sosialur, sosialur í samfelagnum, varðveita kensluna av, at man er nakað.

Og ikki at gloyma samstarvið við borgaran sjálvan, ið kemur fyrst og fremst – framstig fær man ikki uttan samstarv við borgaran.

Akkurát hendan støðan hevur lært meg sera, sera nógv. Eg dugi ikki heilt at seta orð á, hvussu nógv, men eg eri heilt víst blivin ein betur heilsuhjálpari, eitt betur menniskja, kona, mamma og omma. Eg síggi øðrvísi uppá mín egna dagligdag. Onki er ein sjálvfylgja; øll hava brúk fyri at vera sædd, hoyrd, stuðla og føla, at man er nakað og ger mun.

Ting, eg havi tikið fyri givið, eru ikki altíð so einføld ella hava so stóran týdning, sum eg helt.

 

Søk inn freist 1. novembur og 15. mars.

..um tú eisini vilt gera mun.