Eg hoyrdi okkurt banka..

Tað var eitt kvøldi eg var til arbeiðis í útiøkinum. Eg hevði hjálpt einum borgara í song, sløkt ljósið og stongt hurðina. Tá eg var komin oman um húsini, hoyrdi eg eitt ”banka” inni. Mín samvitska segði mær, at eg skuldi venda inn aftur. 

Tá eg kom inn, var borgarin farin upp aftur og var dottin. So um eg hevði verið fráverandi og bara var farin avstað, hevði borgarin ligið á gólvinum til heimahjálpin kom morgunin eftir og støðan kundi verið sera álvarslig....

 

 

Les um heilsuhjálparar ið hava tikið útbúgving á Heilsuskúlanum