Tað var ein stór løta

 

Tá maðurin sum var lamin, sjálvur vendi sær, varð ein stór løta.

Eg var sera spent at fara út í starvsvenjing, sum heilsuhjálpari, á einum ellisheimi.

Tann eini borgarin, sum eg valdi mær, hevði ligið so leingi í seingini, at kroppurin var blivin skeivur, kundi ikki liggja á síðuni og hann hevði stívar og óvikandi liðir.

Hetta kemur oftani av lammilsi aftaná ein heilabløðing ella blóðtøpp. Maðurin fekk venjing við fysioterapeuti eina ferð um vikuna og eg var við til hansara venjingar. Tað gav mær so møguleikan at gera heimavenjingar hvønn dag, saman við honum, sum ein part av røktini í arbeiðinum. Maðurin varð so glaður og fysioterapeuturin sá mun fyri hvørja viku.

 

Minkaði um vandan fyri trykksárum og lungnabruna

Vit gjørdu av saman við manninum, at nú skuldu vit royna at leggja hann á síðuna. Við at gera hetta hvønn dag, arbeiddi eg sjúkrafyribyrgjandi og minkaði um vandan fyri at fáa trykksár og lungnabruna. Og gav honum eisini møguleika fyri tí vælveru tað er, at kunna flyta seg sjálvur á liðina, tá ein hevur brúk fyri tí.

Eftir hetta varð maðurin lagdur á síðuna hvønn dag, skiftivís á høgru síðu, síðani til vinstru síðu. Maðurin megnaði seinni sjálvur at venda sær á liðina.

Tað er stórt at uppliva!

Hetta er eitt dømi uppá hvussu heilsuhjálparar arbeiða við heildarrøkt, venjing og tvørfakligum samstarvi, sum eru umráðandi, fyri at fólk kunnu blíva meira sjálvhjálpin aftur, eftir sjúku.

 

 

 

Eg hoyrdi okkurt banka..

Tað var eitt kvøldi eg var til arbeiðis í útiøkinum. Eg hevði hjálpt einum borgara í song, sløkt ljósið og stongt hurðina. Tá eg var komin oman um húsini, hoyrdi eg eitt ”banka” inni. Mín samvitska segði mær, at eg skuldi venda inn aftur. 

Tá eg kom inn, var borgarin farin upp aftur og var dottin. So um eg hevði verið fráverandi og bara var farin avstað, hevði borgarin ligið á gólvinum til heimahjálpin kom morgunin eftir og støðan kundi verið sera álvarslig....