Løtan tú ert saman við borgaranum, er ikki tín løta, men tað er løtan hjá borgaranum

Akkurát hendan støðan hevur lært meg sera, sera nógv. Eg dugi ikki heilt at seta orð á, hvussu nógv, men eg eri heilt víst blivin ein betur heilsurøktari, eitt betur menniskja.

 

Heilsurøktarar í ymiskum størvum

 

 

”Eg var tilkallað at hjálpa einum starvsfelaga, tí ein borgari lá á gólvinum”. Har var sera nógv at arbeiða við, hann skuldi hava hjálp til alt… Har var ongin kontakt við familjuna, børn ella fólk yvirhøvur uttan heimahjálpina. Og kallitólið var slitið, tí tað bleiv misbrúkt.

Vit fáa telefonina í rættlag og tosa um tey nærmastu, ið hann hevur mist samband við. Hann blívur keddur og vil ella veit ikki, hvussu hann skal tosa um hetta.

Eg finni nummarið hjá einum av hansara nærmasta. Fyri meg er umráðandi at finna javnvágina. Hvussu nógv kann eg pressa uppá? Eg sigi nummarið einar tvær til tríggjar ferðir um dagin í einar tveir, tríggjar dagar.

Ein morgun eg komi til arbeiðis, er hann sera glaður. Hann hevur ringt og alt gekst væl.

 

"Tá tú trýrt uppá meg, so má eg eisini" 

Í dag hevur borgarin samband við nógv av sínum nærmastu. Hevur fingið ein virðiligan gerandisdag, har hann sjálvur kann passa sítt persónliga reinføri, ganga túr, vera ein partur av tí sosiala samfelagnum, gera ítriv heima og vera ein partur í matgerð heima, fara til handils o.a.

 

Eg havi lært sera nógv av hesari tíðini

Eg havi lært hvussu umráðandi tað er at hava tvørfakligt og at samstarva við familju og vinir. Uttan samstarv hevði hetta ikki kunna latið seg gjørt. 

Og ikki at gloyma samstarvið við borgaran sjálvan, ið kemur fyrst og fremst – framstig fær man ikki uttan samstarv við borgaran.

Hvussu umráðandi tað er at vera tolin, róligur og til staðar. At eygleiða gerðir og útsagnir. Hvat tær kunnu merkja, tí tað merkir ikki altíð tað, sum verður sagt ella gjørt. At hjálpa borgaranum at seta orð á gerðir og útsagnir, so hann betur kann skilja seg sjálvan.

 

Løtan tú ert saman við borgaranum, ikki er tín løta

Akkurát hendan støðan hevur lært meg sera, sera nógv. Eg dugi ikki heilt at seta orð á, hvussu nógv, men eg eri heilt víst blivin ein betur heilsurøktari, eitt betur menniskja, kona, mamma og omma. Eg síggi øðrvísi uppá mín egna dagligdag. Onki er ein sjálvfylgja; øll hava brúk fyri at vera sædd, hoyrd, stuðla og føla, at man er nakað og ger mun.

Tað er løtan hjá borgaranum, tú ert har fyri hann. Hansara løta, ikki mín løta, mínar kenslur og mínar gerðir, ið hava týdning.