Hvussu nógvur peningaligur stuðul er tá eg taki útbúgving?

 

 

við ella uttan børn, einlig, sambúgvandi ella giftur

 

 

 

Studni:

Vanligur studningur kr. 4362,00 pr. mán. í 12 mánaðir.

Møguligt lestrarlán kr. 2446,00 pr. mán.

Barnastudningur kr. 1011,00 pr. barn/mán.

Einsamallir uppihaldarir kr. 1549 pr. mán. (ikki pr. barn)*

* verður útgoldið samb. avgerð hjá Almannaverkinum. 

 

Almannaverkið:

Familjuískoyti pr. mán: einlig kr. 1.500 fyri eitt barn. Sambúgvandi 1833,00 eitt barn. Økist pr. eyka barn**

Serligt barnaískoyti kr. 833,33 pr. mán/barn.

Einligur forsyrgjari, barnagjald kr. pr. mán 1083,00 (barnapengar)

 

Íalt dømi, uttan lán frá Studna:

Sambúgvandi/gift: pr. mán. við einum barni: 9.588 kr. + skattafrádrátt*** dømi 15.000 pr. ár

Einligur forsyrgjari: pr. mánaða við einum barni 10.388 kr. + skattafr. dømi 15.000 pr. ár.

Gjøldini eru skattafrí.

 

Onnur viðurskifti fyri øll lesandi:

SSL- lestrarferðakort ongin kostnaður, ókeypis ferðing millum heim og útbúgvingarpláss.

Frípláss kann søkjast á dagstovni, eftir inntøku.

Nakrar kommunur geva farloyvi til ansingarpláss, um barn flytur stovn í styttri tíð.

 

Húsaleiga er uml. 2500 kr. pr mánaða fyri kamar, fleiri leiga ofta hús saman.

Tú kann ofta fáa seravtalu um bert at leiga tá tú er í skúla, 2x3-4 mán., til t.d. heilsuhjálpara. Húsini eru sum oftast við innbúgvi og t.d. netsambandi. Onki skúlaheim er á skúlanum.  Ofta verður lýst á facebooksíðu skúlans við tøkum íbúðum. Næmingar leiga ofta fleiri saman. Skúlin setur næmingarnir í samband við hvønnannan áðrenn byrjan.

 

** Familjuískoti er eftir inntøku og ogn.

 

***Barnafrádráttur í landsskatti/kommunuskatti. Um tú sum lesandi hevur børn undir 18 ár, og ikki hevur A-inntøku, ikki hevur arbeiði við síðuna av lestrinum, og ikki brúkar frádráttin, verður hann útgoldin, einaferð árliga. Dømi: 15.000 kr. árliga, alt eftir kommunu ein býr í.

 

Sí meira á

www.av.fo

www.taks.fo

ella www.studni.fo

 

Fyrivarni fyri tastivilllum og broytingum í gjøldum og rættindum.

 

Pr. 1. februar 2019