Peningaligur stuðul undir útbúgving?

 

 


Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum og broytingum í rættindum og takstum.

 

 

Studni

dagført august 2019

Vanligur studningur kr. 4414,00 pr. mán. í 12 mánaðir.

Møguligt lestrarlán kr. 2475,00 pr. mán.

Barnastudningur kr. 1023,00 pr. barn/mán.

Einsamallir uppihaldarir kr. 1568 pr. mán. (ikki pr. barn)*

* verður útgoldið samb. avgerð hjá Almannaverkinum. 

 

Almannaverkið

Øll við børnum

Familjuískoyti pr. mán: einlig kr. 1.500 fyri eitt barn. Sambúgvandi 1833,00 eitt barn. Økist pr. eyka barn, ávirkað av inntøku, les niðanfyri**

 

Støk, kunnu harafturat søkja

Serligt barnaískoyti, einligur forsyrgjari kr. 833,33 pr. mán/barn.

Einligur forsyrgjari, barnagjald kr. pr. mán 1083,00 (barnapengar)

 

 

Samanteljing

 

Íalt gjøld dømir, uttan lán frá Studna

Sambúgvandi/gift: pr. mánaða við einum barni: 7.206 kr. + barnaskattafrádrátt*** dømi 15.000 pr. ár (sí frágreiðing niðanfyri).

Við láni frá Stunda: pr. mánaða 9.652 + barnaskattafrádrátt.

 

Einligur forsyrgjari: pr. mánaða við einum barni 10.421 kr. + barnaskattafrádrátt, dømi: 15.000 pr. ár.

Við láni: 12.896 + barnaskattafrádrátt.

Gjøldini eru skattafrí.

 

 

Annar avsláttur

Niðursett gjald ella frípláss á dagstovni, eftir inntøku.

Avsláttur í ferðing fyri øll lesandi: SSL- lestrarferðakort ongin kostnaður, ókeypis ferðing millum heim og útbúgvingarpláss. Skal broytast um leiðin broytist.

Nakrar kommunur geva farloyvi til ansingarpláss, um barn flytur stovn í styttri tíð, soleiðis at tú ikki skal rinda fyri 2 pláss, og ikki missur upprunaliga plássið.

 

 

Frágreiðingar

 ** Familjuískoti er eftir inntøku og ogn. 

Gift ella sambúgvandi: Er ársinntøkan 280.000 kr fyri gift/sambúgvandi ella lægri, verður fult ískoytið útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna hjá húskinum og 280.000 kr. 

Støk: Er ársinntøkan 200.000 kr. fyri støk ella lægri verður fult ískoytið útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna hjá húskinum og 200.000 kr.

Les meira: av.fo/default.asp

 

***Barnafrádráttur í landsskatti/kommunuskatti. Um tú sum lesandi hevur børn undir 18 ár og ikki hevur A-inntøku, t.v.s ikki hevur arbeiði við síðuna av lestrinum, og ikki brúkar frádráttin, verður hann útgoldin, einaferð árliga. Dømi: 15.000 kr. árliga, alt eftir barnafrádráttinum í tí kommunu ein býr í.

 

Onnur kunning

Húsaleiga er ymisk, ofta uml. 2000 kr. pr mánaða fyri kamar, fleiri leiga ofta hús saman.

Tú kann ofta fáa seravtalu um bert at leiga tá tú er í skúla, 2x3-4 mán. til t.d. heilsuhjálpara. Húsini eru sum oftast við innbúgvi og t.d. netsambandi. Onki skúlaheim er á skúlanum. Ofta verður lýst á facebooksíðu skúlans við tøkum íbúðum. Næmingar leiga ofta fleiri saman. Skúlin setur næmingarnir í samband við hvønnannan áðrenn byrjan.

 

Sí meira á

www.av.fo 

www.taks.fo

www.studni.fo

 

 

Fyrivarni fyri tastivilllum og broytingum í gjøldum og rættindum.

Gjøldini frá AV eru pr. 1. februar 2019, frá Studna 1. august 2019