Peningaligur stuðul undir útbúgving?

 

 


Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum og broytingum í rættindum og takstum.

 

 

Studni, dagført august 2019:

Vanligur studningur kr. 4414,00 pr. mán. í 12 mánaðir.

Møguligt lestrarlán kr. 2475,00 pr. mán.

Barnastudningur kr. 1023,00 pr. barn/mán.

Einsamallir uppihaldarir kr. 1568 pr. mán. (ikki pr. barn)*

* verður útgoldið samb. avgerð hjá Almannaverkinum. 

 

Almannaverkið:

Øll við børnum:

Familjuískoyti pr. mán: einlig kr. 1.500 fyri eitt barn. Sambúgvandi 1833,00 eitt barn. Økist pr. eyka barn, ávirkað av inntøku, les niðanfyri**

Støk:

Serligt barnaískoyti, einligur forsyrgjari kr. 833,33 pr. mán/barn.

Einligur forsyrgjari, barnagjald kr. pr. mán 1083,00 (barnapengar)

 

Samanteljing, dømi:

Íalt gjøld, tó uttan lán frá Studna:

Sambúgvandi/gift: pr. mánaða við einum barni: 7.206 kr. + barnaskattafrádrátt*** dømi 15.000 pr. ár (sí frágreiðing niðanfyri).

Við láni frá Stunda: pr. mánaða 9.652 + barnaskattafrádrátt.

 

Einligur forsyrgjari: pr. mánaða við einum barni 10.421 kr. + barnaskattafrádrátt, dømi: 15.000 pr. ár.

Við láni: 12.896 + barnaskattafrádrátt.

Gjøldini eru skattafrí.

 

Onnur viðurskifti: Niðursett gjald ella frípláss á dagstovni.

Annar avsláttur fyri øll lesandi: SSL- lestrarferðakort ongin kostnaður, ókeypis ferðing millum heim og útbúgvingarpláss. Skal broytast um leiðin broytist.

 

Onnur viðurskifti:

Nakrar kommunur geva farloyvi til ansingarpláss, um barn flytur stovn í styttri tíð, soleiðis at tú ikki skal rinda fyri 2 pláss, og ikki missur upprunaliga plássið.

 

 

** Familjuískoti er eftir inntøku og ogn. 

Gift ella sambúgvandi: Er ársinntøkan 280.000 kr fyri gift/sambúgvandi ella lægri verður fult ískoytið útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna hjá húskinum og 280.000 kr. 

Støk: Er ársinntøkan 200.000 kr. fyri støk ella lægri verður fult ískoytið útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna hjá húskinum og 200.000 kr.

Les meira: av.fo/default.asp

 

***Barnafrádráttur í landsskatti/kommunuskatti. Um tú sum lesandi hevur børn undir 18 ár og ikki hevur A-inntøku, t.v.s ikki hevur arbeiði við síðuna av lestrinum, og ikki brúkar frádráttin, verður hann útgoldin, einaferð árliga. Dømi: 15.000 kr. árliga, alt eftir barnafrádráttinum í tí kommunu ein býr í.

Kunning annars:

Húsaleiga er ymisk, ofta uml. 2000 kr. pr mánaða fyri kamar, fleiri leiga ofta hús saman.

Tú kann ofta fáa seravtalu um bert at leiga tá tú er í skúla, 2x3-4 mán., til t.d. heilsuhjálpara. Húsini eru sum oftast við innbúgvi og t.d. netsambandi. Onki skúlaheim er á skúlanum.  Ofta verður lýst á facebooksíðu skúlans við tøkum íbúðum. Næmingar leiga ofta fleiri saman. Skúlin setur næmingarnir í samband við hvønnannan áðrenn byrjan.

 

Sí meira á www.av.fo

www.taks.fo

ella www.studni.fo

Fyrivarni fyri tastivilllum og broytingum í gjøldum og rættindum.

 

Gjøld frá AV er pr. 1. februar 2019, frá Studna 1. august 2019