Trivnaðurin best á Heilsuskúlanum

Kanning av sálarheilsuni í miðnámskulum í Føroyum, sum Annika H. Davisen og Súsanna O. Skaale hava gjørt

Brot úr kanningini:

HYPOTESA 1

Munur er á miðal WEMWBS stigatalinum hjá næmingunum á teimum 8 skúlunum Talva 1 og mynd 1 á næstu síðu vísa, at næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna siga seg hava lægsta trivnaðin (49,0; SD = 9,3), ímeðan næmingarnir á Heilsuskúlanum í Suðuroy hava hægsta trivnaðin (55,5; SD = 10,4).

 

Sum nevnt eru føroysku miðnámsskúlarnir ymiskir – tað serliga við Heilsuskúlanum er, at næmingarnir eru væl eldri enn hinir miðnámsskúlanæmingarnir (miðal aldur = 35,6 ár; SD = 12,0). Tí kannaðu vit, um aldur í sær sjálvum hevði eina ávirkan á sálarheilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum. Vit gjørdu eina regressiónsanalysu (WEMWBS miðal stigatalið var tann bundni variabulin og aldur tann óhefti), ið vísti ein signifikantan samanhang ímillum stigatal og aldur (p = 0.002). So hvørt sum aldurin økist við einum ári, økist sálarheilsan við 0,1 stigatali.

 

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/salarheilsan-hja-midnamsskulanaemingum-kannad/

  

Sí úrslit av kanningini her:

psykolog.fo/upload/tinymce/702fb479be689d869d4bdcacdc16de30fc967cd0.pdf