Reglur - Námskipan útbúgvingarbók

 

Námsskipanin tekur støði i lógini og kunngerðini fyri útbúgvingarnar og útdýpir hesar.

Ert tú vegleiðari fyri næmingar í starvsvenjing er hetta eitt arbeiðsamboð tú skalt seta teg inn í. 

Námskipanin viðgerð øll yvirskipaði viðurskifti og endamál i útbúgvingunum og er góðkend av Mentamálaraðnum.

Útbúgvingarbókin er meira persónlig til næmingarnar. 

Næmingar eiga somuleiðis at kenna til innihaldið í Námsskipanini.

 

Námskipan

Kann heintast her

 

Útbúgvingarbókin

inniheldur "persónliga útbúgvingarætlan" hjá næminginum og kurlurnar.

Heinta her 

 

Ein vegleiðari skal kunna seg gjølla um útbúgving og reglur áðrenn móttøku av næmingum.

Alt sum vegleiðarin hevur brúk fyri stendur í Námsskipan og útbúgvingarbókini.

Starvsvenjingarplássið skal yvirskipað gera mannagongdir fyri móttøku av næmingum, lestrarumhvørvi o.s.frv.  og skal formelt góðkennast av skúlanum, sambært Námskipani.

Vegleiðaraskeið verða árliga hildin á skúlanum, har vegleiðarin m.a. lærir at tulka málini fyri starvsvenjing

Á vegleiðaraskeiðnum verður eisini gjøgnumgingið hvat tað vil siga at vegleiða ein næming.

 

Málini fyri starvsvenjingina eru at finna í "støðismetingini" - ið metir "støði" hjá næminginum í starvsvenjingini.