Námsfrøðihjálpari

 

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Skiftur ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið.

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir. Freist 15. mars.

Byrjar á heysti 2020.

Gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.

SØK INN

 

Innihald

 

Lærugreinar           

Námsfrøði                           9 vikur á 30 t

Sálarfrøði                            5 vikur

Samskifti                             3 vikur

Heilsa                                 3 vikur

Rørsla og ítróttur                4 vikur

Náttúra og útilív                  3 vikur

Talgild mentan                    3 vikur

Mentan og virksemi            5 vikur

Arbeiðsumhvørvi                2 vikur

 

Føroyskt C                          4 vikur

Samfelagslæra C                3 vikur

Enskt C                               3 vikur

Danskt C                             3 vikur

 

Ymisk valfak 1-2 vikur.

Rytma, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk v.m.

                            

Bøkur í útbúgvingini.

 

Innihaldið og námsætlanir (mál) fyri lærugreinar er líkt donsku PAU, pædagogisk assisten. Námsætlanir/endamál á føroyskum verða lagdar út á heimasíðuna, so skjótt útbúgvingin byrja.


 

Próvtøkur

Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út.

 

Lóg og kunngerð