Námsfrøðihjálpari

 

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Skiftur ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið.

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir.

Gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.

 

 

Lærugreinar           

Námsfrøði                           9 v

Sálarfrøði pæd praksis       5 v

Samskifti í pæd praksis      3 v

Heilsa í pæd praksis           3 v

Rørsla og ítróttur                4 v

Náttúra og útilív                  3 v

It mentan                            3 v

Mentan og virksemi            5 v

Arbeiðsumhvørvi praksis    2 v

 

Føroyskt C                           4 v

Samfelagslæra C                3 v

Enskt C                               3 v

Danskt C                             3 v

 

Ymisk valfak 1-2 v

Rytmik, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk. o.l.

                                           

 

 

Próvtøkur

Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út.