Barnsburðarfarloyvi
Skúlin skal tríggjar mánaðir áðrenn termin hava fráboðan um farloyvi, í samband við barnsburð ella ættleiðing.
Næmingur kann, sambært reglum fyri Studna, fáa farloyvi í upp til 11 mánaðir. Stuðulin verður vanliga veittur frá terminsdagfesting. Stuðul kann veitast kvinnum ein mánaða áðrenn, og í serligum føri 2 mánaðir fyri termin (tá krevst læknaváttan).
Næmingurin fær útgjald frá Stuðulsstovninum í farloyvistíðini sum vanligt.
Umsóknarblað um farloyvi fæst á Studna og meir um reglur fyri farloyvi fáast her. www.studni.fo