Reidar er bæði heilsuhjálpari og heilsurøktari og greiðir frá um at útbúgva seg víðari

 

Reidar Joensen tók hesar báðar útbúgvingar við tí fyri eyga, at hann vildi arbeiða í sjúkraflutningtænastuni. Hann sigur, at hann fær tvinnað allan sín lærdóm saman í sínum dagliga yrki á LSH.

Reidar  hevur nomið sær víðari útbúgving á LSH. Fyrst tók hann eitt skeið, sum eitur PHTLS. Hetta er ein stytting fyri pre-hospital trauma life support.  Les meira her www.cascadetraining.com/offered_classes/prehospital_trauma_life_support_ptls.cfm

½ ár seinni fór Reidar í holt við behandlara-útbúgvingina. Hann hevði rættiliga góðar stundir at lesa tá, tí hann var í pápa farloyvi. Tá farloyvistíðin var liðug, fór Reidar til arbeiðis aftur sum vanligt og 2 mánaðir seinni í starvsvenjing á ymsu deildunum á LSH. Hann var á B8, á skurðgongini og á skaðastovuni; alt sum liður í behandlara-útbúgvingini, sum hann nú er liðugur við. Reidar hevur funnið sína røttu hyll!

Reidar heldur at hvør dagur og hvør einstøk støða er ein avbjóðing. Hann veit ongantíð, hvat verður á skránni og heldur tað er eitt sera spennandi starv.

Reidar er sera glaður fyri tann lærdóm, sum hann hevur nomið sær á Heilsuskúlanum og heldur sjálvur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri hann, at hann hevur lært so nógv um t.d. samskiftið, umsorgan, virðing o.s.fr. á Heilsuskúlanum. Hann kemur sum sjúkraflutningfólk í samband við sera nógv og ymisk menniskju, sum øll hava brúka fyri hansara yrkisførleikum. Sera umráðandi, at hann dugir at seta seg í teirra støðu og dugir at samskifta á rættan hátt.

Reidar hevur lesi- og skrivitrupulleikar og er sera takksamur fyri góðu hjálpina, ið hann fekk á Heilsuskúlanum. Eisini eftir loknan lestur, tá hann var farin í holt við útbúgvingina til behandlara, og hevði tørv á at fáa eina váttan frá Heilsuskúlanum uppá sínar trupulleikar, so hann kundi fáa atgongd til alt tilfarið, sum hann skuldi lesa, á ljóðfíli. Heilsuskúlin hevur orðblindalærara, sum hevur myndugleika at skriva slíka váttanir.

 

 

Víðari útbúgving

Vilt tú vita meira um víðari útbúgving, kanst tú fara inn á www.ug.dk

Sum heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark.


Kannað altíð nýggjastu upptøkukrøvini, ið kunnu broytast allatíðina !

 

Um tú ætlar víðari til sjúkrarøktarfrøðing 

Munur er á donsku og føroysku sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingunum og upptøkukrøvini eru ymisk.

Tí ber enn ikki til at fara beinleiðis víðari í Føroyum við heilsurøktaraútbúgving, eins og í Danmark.

Í Føroyum er sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á hægri støði enn í Danmark. Tí krevst studentsprógv fyri at koma inn í Føroyum. Tað er ikki krav í Dk.

Føroyska sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er bachelor of science - Universitetsútbúgving - og er ½ ár longri enn danska útbúgvingin.

Danska sjúkrasystraútbúgvingin er proffesións bachelor - ið fyrigongur á proffesiónsháskúla.