Víðari útbúgving

Sum heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

Sum heilsurøktari eru nógvir møguleikar fyri víðari útbúgving.

 

Víðari í Danmark

Sum heilsurøktari kanst tú søkja víðari til BA proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark.

Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði, enn í heilsurøktaraútbúgvingini, finn meira kunning og kannað altíð nýggjastu upptøkukrøv á www.ug.dk

 

Víðari í Føroyum

Viðvíkjandi krøvum til upptøku til sjúkrarøktarfrøðing ella námsfrøðing í Føroyum, hygg á www.setur.fo

Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin ein BS útbúgving og er ½ ár longri enn BA útbúgvingar. Kravið um upptøku er fult gymnasialt prógv, HF ella Studentsútbúgving. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A og B støði.

Heilsurøktaraútbúgvingin hevur nakrar lærugreinar á A og B støði og tí kann vera vert at kanna, um sjálvlestur ella stakgreinalestur kann loysa seg í tínum føri, ísv. víðari lestur í Føroyum.

Tosa við ein lestrarvegleiðara á einum miðnámskúla, um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum ella taka aðralærugrein ella støði.

Tilmelding til sjálvlestur, freist 15. mars: www.innskriving.fo

Fleiri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum www.les.fo

 

 

Víðari til fysioterapeut

Fleiri av okkara heilsurøktaranæmingum hava lisið víðari til fysioterapeut í Danmark. Tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir við at arbeiða við menniskjum, tá ein skal lesa víðari til fysioterapeut.

Royndir, sum hava stóran týdning fyri starvið sum fysioterapeutur. Tað gevur harumframt møguleika at forvinna pening undir útbúgvingini, at hava tikið heilsurøktaraútbúgving fyrst.

Heini søkti til fysioterapeut, við heilsurøktaraútbúgving. Tað var ein fyrimunur at hann hevði møguleika fyri at fylgja fysioterapeutum fleiri ferðir í starvsvenjingini sum heilsurøktari og hetta sannførdi hann um, at fysioterapeut er rætta yrkið fyri hann.

Les meira um Heina

 

 

Víðari til sjúkrarøktarfrøðing

Sára varð útbúgvin heilsuhjálpari og heilsurøktari, áðrenn hon fór á sjúkrarøktarfrøðiskúla. Tað hevur avgjørt sínar fyrimunir at hava bæði útbúgving sum heilsuhjálpari og heilsurøktari, tá ein gongur á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Allar starvsroyndirnar, sum eg hevði, komu mær til góðar, tá eg skuldi í starvsvenjing sum sjúkrarøktarfrøðingur. 

Les meira

 

 

 

Reidar er bæði heilsuhjálpari og heilsurøktari og greiðir frá um at útbúgva seg víðari

 

Reidar fór á Heilsuskúla við tí ætlan, at hann vildi arbeiða í sjúkraflutningtænastuni. 

Tað hevur hann møguleika til tí at hann hevur heilsurøktaraútbúgving. Reidar hevur tikið víðari útbúgving á Landssjúkrahúsinum. Fyrst tók hann eitt skeið, sum eitur PHTLS. Hetta er ein stytting fyri pre-hospital trauma life support.  Les meira her www.cascadetraining.com/offered_classes/prehospital_trauma_life_support_ptls.cfm

½ ár seinni fór Reidar í holt við behandlara-útbúgvingina og var í starvsvenjing á ymsu deildunum á Landssjúkrahúsinum á B8, skurðgongini og á skaðastovuni.

 

 

Hvussu heilsurøktarin bleyv fysioterapeutur

Heini hevur tikið bæði heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving á Heilsuskúlanum.

Hann ætlaði sær at læra til fysioterapeut. Fyri at røkka hesum máli, valdi Heini Heilsuskúla Føroya fram um Studentarskúla.

Tað tiltalaði hann at fara á Heilsuskúla, tí her hevði hann møguleika fyri at fáa royndir at arbeiða við menniskjum. Royndir, sum hava stóran týdning fyri framtíðarstarvið sum fysioterapeutur.

Hann hevur nú tvær yrkisførleikagevandi útbúgvingar, kann arbeiða við hesum og hevði møguleika fyri at útbúgva seg víðari og vinna sær pening sum ískoytið til útbúgvingarstuðulin, tá hann fór undir fysioterapeutútbúgvingina.

 

Slapp at fylgja einum fysioterapeuti í starvsvenjingini

Heini hevði sum heilsurøktaranæmingur møguleika fyri at fylgja fysioterapeutum fleiri ferðir í starvsvenjingini og hetta sannførdi hann um, at fysioterapeut er rætta yrkið fyri hann. Tað gav honum møguleika fyri at síggja, hvat starvið hevði við sær av ymiskum uppgávum.

“Eg eri sera væl nøgdur og ivist onga løtu í, at Heilsuskúli Føroya var tað rætta fyri meg”.

Í dag er hann útbúgvin fysioterapeutur.