Lektiucafé er á skúlanum

Hvønn týsdag kl. 11.30 - 12.15. 

Hetta er ein gyltur møguleiki at fáa íblástur/stuðul til heimaarbeiðið. Allir næmingar, sum hava tørv á hjálp við heimaarbeiðinum, eru vælkomnir.

Tímin verður eisini brúktur til lektiubólk, har næmingar í føstum bólkum tosa um heimaarbeiði og kunnu stuðla hvørjum øðrum. Lektiubólkurin kann eisini velja at venda sær til lærararnar á lektiucaféini við spurningum.

 

Ávís krøv eru tó til næmingar, sum taka av tilboðnum og møta til lektiucafé: 

• At tit taka ábyrgd fyri egnari læru.

• At tit kenna tilfarið, sum tit vilja hava hjálp til, áðrenn tit koma á lektiucafé og hava ávísar spurningar við, sum tit hava ilt við at skilja. 

 

Vit bjóða 

  • Stuðul bæði í yrkislærugreinunum og í almennu lærugreinunum.
  • At tit taka spurningar fram, sum tit hava arbeitt við seinastu vikuna, ið vóru serliga truplir at skilja. Skrivið hesar spurningar niður so tit minnast.
  • Íblástur til skrivligar uppgávur, ið tit hava trupulleikar við.

 

Møguleiki er eisini hendan tíman, at venda sær til aðrar lærarar, ið ikki skipa fyri lektiucafé, við at venda sær til skrivstovurnar hjá hesum.

Hevur tú onki at spyrja um, kanst tú gera skúlating.