Næmingaráð og samstarv

Samstarv og trivnaður, eru virðir, ið eru í hásæti á skúlanum. Tá ein flokkur byrjar á skúlanum, verður gjørt nógv burturúr at flokkurin verður samansjóaður. Skipað verður fyri hugnaløtu, har næmingarnir gera mat saman og gera ymiskt undirhald. Ein samstarvsavtala verður gjørd millum næmingarnar og hendan verður tikin fram av og á, fyri at tryggja tað góða samstarvið og trivnað millum næmingarnar. 

 

Næmingarnir skipa eisini sjálvi fyri tiltøkum, ið skapa trivnað. Á skúlanum er møguleiki at lána hølini eftir skúlatíð, í samráð við húsavørðin, og møguleiki er t.d. :

 

at síggja film á stórskermi í høllini

at gera mat í royndarkøkinum

at venja í venjingarhølinum, ella høllini

at skipa fyri tiltøkum í kantinu skúlans

 

Næmingaráð:

Hvør flokkur velur næmingaráð, 2 umboð. Uppgáuvrnar eru:

 

  • at skipa fyri floksins tíma, at velja orðstýrara og skrivara 
  • at taka viðurskfiti upp til samstarvfund millum skúla og næmingar

 

Samstarvsfundur millum skúla og næmingarráð

Her er ein møguleiki at eftirmeta skúlaviðurskifti. Skúlin ella næmingarinir kunnu biðja um fund milum lærararnar ella leiðsluna. Sì leinkju:

Samstarvsfundar, næmingar - skúli