Næmingaráð, samstarv, trivnaður

Samstarv og trivnaður, eru virðir, ið eru í hásæti á skúlanum. Tá ein flokkur byrjar á skúlanum, verður skipað fyri tiltøkum, soleiðis at næmingar koma at kenna hvønnannan.

Ein samstarvsavtala verður gjørd millum næmingarnar og hendan verður tikin fram av og á, fyri at tryggja tað góða samstarvið og trivnað millum næmingarnar. 

Á skúlanum er møguleiki at lána hølina til tiltøk, í samráð við húsavørðin.

Næmingaráð

Hvør flokkur velur næmingaráð, 2 umboð. Uppgávunar eru:

  • at skipa fyri floksins tíma, at velja orðstýrara og skrivara 
  • at taka viðurskifti upp til samstarvfund millum skúla og næmingar

 

Floksins tími

Er eitt formum har næmingaráðið og flokkurin kunnu tosa um viðurskifti, ið ávirka skúlagongdina og trivnaðin. Næmingarnir læra vanligan fundarsið, at seta dagsskrá, velja orðstýrara og skrivara, og at taka samanum fv. fundarfrágreiðingar.

 

Samstarvsfundur millum skúla og næmingarráð

Her er ein møguleiki at eftirmeta skúlaviðurskifti. Skúlin ella næmingarinir kunnu biðja um fund milum lærararnar ella leiðsluna. 

Reglur fyri samstarvsfundar næmingar - skúli