Skip to main content

Um tú vilt gera mun ...

Heilsuhjálpara ella heilsurøktara?

Heilsuhjálparin veitir borgarum stuðul til røkt og dagligt virksemi á ellisheimum, sambýli ella í egnum heimi. Varir 15 mánaðar.  Gevur atgongd til heilsurøktara. 

Upptøkukrav: 10. flokkur, ella 9. flokkur+1 ára arbeiðsroyndir. Søk inn.

Heilsurøktarin veitir borgarum heilsurøkt og sjúkrarøkt innan Almanna- og heilsuverkið. Varir 22 mánaðar. Gevur atgongd til fleiri víðari útbúgvingar. 

Upptøkukrav: Heilsuhjálparaútbúgving, ella viðkomandi útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 15 mánaðir. Søk inn.