Skip to main content

HEILSUHJÁLPARI

Lær um røkt, stuðul og virksemi við støði í tørvi, lívssøgu og orku borgarans. Skift ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið. Varir 15 mánaðir. Arbeið í eldraøkinum o.a. Freist 1. novembur og 15. mars, byrjar í januar og august. Gevur atgongd til heilsurøktara. SØK INN. EITT ÁRA ARBEIÐSROYNDIR VIÐ RØKT, TAK STYTTA ÚTBÚGVING! 

HEILSURØKTARI

Lær um likamliga/sálarliga sjúkrarøkt og umsorgan, við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Skift ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið. Varir 22 mánaðir. Arbeið á sjúkrahúsi, í eldraøkinum og á øðrum heilsufakligum stovnum. Freist: 1. novembur, byrjar í mars. SØK INN.

Víðari útbúgving

NÁMSFRØÐIHJÁLPARI

Lær at arbeiða við uppgávum innan námsfrøði og umsorg, á dagstovna- skúla og almannaøkinum. Skift ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið. Varir 24 mánaðir. Byrjar heystið 2020.  Freist 15. mars. SØK INN