Skip to main content

HEILSUHJÁLPARI

Lær um røkt, umsorgan, stuðul og virksemi sum tekur støði í tørvi, lívssøgu og orku hjá borgaranum. Tú ert 2 ferðir 3-4 mánaðir í skúla og 2 ferðir 3 mánaðir í starvsvenjing kring landið. Varir 15 mánaðir. Arbeiðir í eldraøkinum og øðrum heilsufakligum stovnum.

Freist 1. novembur og 15. mars, byrjar í januar og august. Gevur atgongd til heilsurøktara.

 

1 ÁRA ARBEIÐSROYNDIR VIÐ ELDRARØKT

STYTT ÚTBÚGVING - søk um frítøku fyri eina starvsvenjing

HEILSURØKTARI

Lær um likamliga/sálarliga sjúkrarøkt og umsorgan, við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál.

Tú ert 3 ferðir 10-14 vikur í skúla og 3 ferðir 12 vikur í starvsvenjing kring landið. Varir 22 mánaðir. Arbeiðir á sjúkrahúsi, í eldraøkinum og á øðrum heilsufakligum stovnum.

Freist: 1. novembur, byrjar í mars.

Víðari útbúgving