Heilsuhjálpari

 

Heilsuhjálparaútbúgving tekur 1 ár og 3 mánaðir.

NÓGVAR ARBEIÐSROYNDIR VIÐ RØKT?

LES HER UM HVUSSU TÚ KANST BLÍVA FRÍTIKIN FYRI EINA STARVSVENJING.

 

Byrjar tvær ferðir árliga, í januar og í septembur.

Freistir at søkja eru 1. novembur og 15. mars.

 

Tú lærir røkt og stuðul til dagligt virksemi, til tey, ið búgva á ellisheimi, sambýli ella í egnum heimi. Longd 15 mánaðar íalt. 

Tú ert 2x14 vikur í skúla í Suðuroy

og 2x12 vikur í starvsvenjing, ið kann liggja kring landið.

 

Førleikamál/endamál við útbúgvingini.

 

Upptøkukrøv

Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára starvsroyndir, ella 10. flokksprógv.  

Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.

 

 

Gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina. 

Finn umsóknarblað her 

 

Les um hvar fyrrverandi næmingar okkara arbeiða.

 

 Í Námskipanini finnur tú fleiri upplýsingar um útbúgvigina.

 

 

 

 

Lærugreinar

Yrkislærugreinar:

Almanna- og samfelagslæra             

Arbeiðsumhvørvi                              

Endurmenning 

Røkt                          

Sálarfrøði og samskifti                     

 

Almennar lærugreinar:                                 

Danskt   D                                        

Enskt     D                                          

Føroyskt D                                         

Náttúrulæra  D                                  

 

Vallærugreinir                                    

 

 

Starvsvenjingarpláss

Heilsuhjálparanæmingar eru í starvsvenjing 2 ferðir á 12 vikur hvør. 

Starvsvenjingarplássini eru í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið. 

 

 

Meting í skúlatíðarskeiðunum

Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær. 

 

 

Meting í starvsvenjingini

Starvsvenjingin hevur ávís mál, ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.

 

 

Próvtøkur

Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsuhjálparanæmingar skulu upp til próvtøku 2 ferðir:  

Verkætlan, ið er skrivað í bólkum og einari lærugrein har trekt verður millum yrkislærugrein og almenna lærugrein.

Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar. 

 

 

Arbeiðspláss

Eftir lokna útbúgving er arbeiðsøki í høvuðsheitinum innan Nærverkið t.d.:

  • Heimatænastan
  • Ellis- og røktarheim
  • Sambýlir
  • Stuðulstænastan 

 

 

Víðari lesnaður

Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

 

 

Les um fyrrverandi næmingar á Heilsuskúlanum

Ingun Kjærbo hevur ymiskar arbeiðsroyndir sum heilsuhjálpari og hevur henni dámt sera væl. 

Les um hvar fyrrverandi næmingar starvast.