
Heilsuhjálpari
Innihald og tíðarskeið
Tú lærir um røkt, umsorg og stuðul til dagligt virksemi, við støði í tørvi, orku og lívssøgu borgarans. Tú arbeiðir á ellisheimi, sambýli, í egnum heimi borgarans ella á øðrum heilsufakligum øki, sum t.d. stuðul í Almannaverkinum. Í Námskipanini finnur tú fleiri upplýsingar um útbúgvingina.
Longd 15 mánaðar íalt. Tú ert 2 tíðarskeið í skúla í Suðuroy,
og 2 tíðarskeið í starvsvenjing kring landið.
Byrjar tvær ferðir árliga, í januar og í august.
Freistir at søkja eru 1. novembur og 15. mars.
Upptøkukrøv
Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára starvsroyndir, ella 10. flokksprógv.
Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.
Gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina.
Nógvar arbeiðsroyndir
Frítøka fyri eina starvsvenjing
Les um hvar fyrrverandi næmingar arbeiða
Lærugreinar
Yrkislærugreinar
Leiklutur hjálparans
Møtið við borgaran
Røkt
Endurmenning
Almennar lærugreinar
Danskt D
Enskt C
Føroyskt C
Náttúrulæra D
Vallærugreinar
Starvsvenjingarpláss
Heilsuhjálparanæmingar eru í starvsvenjing 2 ferðir á 12 vikur hvør.
Starvsvenjingarplássini eru í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið.
Meting í skúlatíðarskeiðunum
Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær.
Meting í starvsvenjingini
Starvsvenjingin hevur ávís mál, ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.
Próvtøkur
Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsuhjálparanæmingar skulu upp til próvtøku 2 ferðir:
Tvørgreinalig uppgáva, ið er skrivað í bólkum, og einari lærugrein har trekt verður millum yrkislærugrein og almenna lærugrein.
Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar.
Arbeiðspláss
Eftir lokna útbúgving er arbeiðsøki í høvuðsheitinum innan Nærverkið t.d.:
- Heimatænastan
- Ellis- og røktarheim
- Sambýlir
- Stuðulstænastan
Víðari lesnaður
Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.
