Heilsuhjálpari

Innihald og tíðarskeið

Tú lærir um røkt, umsorg og stuðul til dagligt virksemi, við støði í tørvi, orku og lívssøgu borgarans. Tú arbeiðir á ellisheimi, sambýli, í egnum heimi borgarans ella á øðrum heilsufakligum øki, sum t.d. stuðul í Almannaverkinum. Í Námskipanini finnur tú fleiri upplýsingar um útbúgvingina.

Longd 15 mánaðar íalt. Tú ert 2 tíðarskeið í skúla í Suðuroy, 

og 2 tíðarskeið í starvsvenjing kring landið.

Peningaligur stuðul

 

Byrjar tvær ferðir árliga, í januar og í august.

Freistir at søkja eru 1. novembur og 15. mars.

 

 

Upptøkukrøv

Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára starvsroyndir, ella 10. flokksprógv.  

Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.

Gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina. 

 

 

Nógvar arbeiðsroyndir

Frítøka fyri eina starvsvenjing

Søk inn

Les um hvar fyrrverandi næmingar arbeiða

 

 

Lærugreinar

Yrkislærugreinar

Leiklutur hjálparans

Møtið við borgaran

Røkt

Endurmenning                  

 

Almennar lærugreinar                                  

Danskt   D                                        

Enskt     C                                          

Føroyskt C                                         

Náttúrulæra  D                                  

 

Vallærugreinar                                    

 

 

Starvsvenjingarpláss

Heilsuhjálparanæmingar eru í starvsvenjing 2 ferðir á 12 vikur hvør. 

Starvsvenjingarplássini eru í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið. 

 

 

Meting í skúlatíðarskeiðunum

Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær. 

 

 

Meting í starvsvenjingini

Starvsvenjingin hevur ávís mál, ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.

 

 

Próvtøkur

Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsuhjálparanæmingar skulu upp til próvtøku 2 ferðir:  

Tvørgreinalig uppgáva, ið er skrivað í bólkum, og einari lærugrein har trekt verður millum yrkislærugrein og almenna lærugrein.

Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar. 

 

 

Arbeiðspláss

Eftir lokna útbúgving er arbeiðsøki í høvuðsheitinum innan Nærverkið t.d.:

  • Heimatænastan
  • Ellis- og røktarheim
  • Sambýlir
  • Stuðulstænastan 

 

 

Víðari lesnaður

Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

 

 

 

Starvið sum heilsuhjálpari