Heilsurøktaraútbúgvingin

Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 1 ár og 10 mánaðir og byrjar í mars á hvørjum ári. Freistin at søkja er 1. novembur árið frammanundan tú ætlar at byrja.

Finn umsóknarblað her

 

Upptøkukrøv

Til heilsurøktara krevst heilsuhjálparaútbúgving ella onnur útbúgving + viðkomandi arbeiðsroyndir, sum í minsta lagi svara til heilsuhjálparaútbúgvingina (15 mðr) í longd.

Tað er eitt krav, at arbeiðsroyndirnar eru innan umsorg, røkt ella heilsuøkið. 

Tað er umráðandi at senda váttan fyri arbeiðsroyndir við umsóknini um upptøku. Á arbeiðsváttanini skulu arbeiðstímar pr. viku og tíðarskeiðið, ið ein hevur arbeitt, viðmerkjast!

 

 

Tíðarætlan

Tíðarætlan fyri útbúgvingina

 

 

Lærugreinar

Yrkislærugreinar:

Samfelagslæra         

Námsfrøði og sálarfrøði

Endurmenning        

Psykiatrisk sjúkralæra 

Sjúkrarøkt                                         

Somatisk sjúkralæra 

Heilivágslæra (nýggj lærugrein frá mars 2016 )

 

Almennar lærugreinar:                                                

Dansk C                               

Enskt C                                

Føroyskt C                          

Náttúrulæra  C                  

 

Vallærugreinar                  

 

 

Starvsvenjingarpláss

Heilsurøktaranæmingar eru í starvsvenjing tríggjar ferðir undir útbúgvingini. Hvør starvsvenjing er 11-12 vikur. Heilsurøktarin skal í starvsvenjing innan hesi trý økir:

  • Nærverkið, heimatænasta og eldraøkið
  • Sjúkrahús
  • Psykiatriska økið

Byrjað verður oftast við starvsvenjing á eldraøkinum, har ein lærir grundleggjandi sjúkrarøkt. Síðan innan sjúkrahúsverkið og psykiatri. Tað er ymiskt, hvussu plássini vera løgd í útbúgvingini. 

Næmingarnir fáa møguleika at seta 3 ynskir fram um pláss, til hvørja starvsvenjing. Tó er ikki altíð at ynskini kunnu uppfyllast, tá verður avgjørt við lutakasti. Næmingar mugu fyrireika seg uppá at skula flyta bústað í samband við starvsvenjing. 

 

Metingar í skúlaskeiðunum

Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær. Royndin og talmetini, fyri allar lærugreinar, skulu samlað standast, við í minsta lagi talmetinum 02.  

 

Metingar í starvsvenjingini

Starvsvenjingin hevur 16 mál ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.

 

Próvtøkur

Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsurøktaranæmingar skulu upp til próvtøku 4 ferðir:  verkætlan, ið er skrivað í bólkum, einari yrkislærugrein, einari almennari lærugrein, ið altíð er skrivlig føroyskt og einari lærugrein, har trekt verður millum yrkislærugrein og almenna lærugrein.

Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar. Verkætlanin kann skrivast í bólkum ella einsamøll. Til próvtøkuna er ein næmingur inni.

Um ein næmingur ikki stendur skúlatíðarskeiðið ella starvsvenjingina, kann næmingurin ganga umaftur einaferð.

 

 

Arbeiðspláss hjá heilsurøktarum

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan Almanna -og heilsuverkið, herundir: 

  • Heimatænastuni
  • Ellis- og røktarheimum
  • Sambýlum
  • Stuðulstænastuni
  • Sjúkrahúsverkinum
  • Psykiatriska økinum
  • Annað

 

Víðari lesnaður:

Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark.

Í Føroyum er Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á hægri støði (bachelor of science - Universitetsútbúgving) enn í DK (proffesiónsbachelor - Proffesiónsháskúli) Tí ber enn ikki til at fara beinleiðis víðari her. Ætlanin er at finna ein møguleika við uppstigan, so at tað fer at bera til at fara beinleiðis víðari í Føroyum eisini. 

Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á www.ug.dk

  

Samrøða við ein heilsurøktara

Sigur soleiðis um starvið sum heilsurøktari:

  • At vera um borgaran, motivera, stimbra til virksemi, tosa og lurta
  • Stuðla borgaranum við tí, ið hann ikki megnar sjálvur
  • Kenna sínar førleikar
  • Kropsliga krevjandi arbeiðið
  • Friðarligt at arbeiða um náttina
  • Umráðandi at endurnýggja seg við skeiðum og fyrilestrum
  • Umráðandi við góðum samstarvi millum starvsfelagar