
Heilsurøktari
Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 1 ár og 10 mánaðir.
Byrjar í mars mánaða á hvørjum ári.
Freistin at søkja er 1. novembur.
Innihald og tíðarskeið
Tú lærir m.a. um heilsufremjan, fyribyrging, sjúkrarøkt og endurmenning.Tú kanst arbeiða innan t.d. eldraøkið, Almanna- og heilsuverkið, psykiatri og sjúkraflutning, ella sum stuðul hjá fólki ið bera eitthvørt brek.
Longd 22 mánaðar íalt.
Tú ert 3 tíðarskeið í skúla í Suðuroy.
Tú ert 3 tíðarskeið í starvsvenjing kring landið.
Gevur atgongd til fleiri víðari útbúgvingar.
Starvið sum heilsurøktari.
Upptøkukrøv
Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur útbúgving + viðkomandi arbeiðsroyndir í 3 mánaðir.
Studentsprógv, Hf-prógv, FHS, saman við viðkomandi arbeiðsroyndum.Tað er eitt krav, at arbeiðsroyndirnar eru innan umsorg, røkt ella heilsuøkið.
Arbeiðsváttan skal fyriliggja, við vegleiðandi arbeiðstímum pr. viku/mánaða og tíðarskeiðið
Lærugreinar
Yrkislærugreinar
Møtið við borgaran/sjúklingin
Dygd og menning
Borgara- sjúklingagongdin
Endurmenning
Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt
Likamlig sjúka og sjúkrarøkt
Heilivágslæra
Almennar lærugreinar
Enskt B
Føroyskt A
Náttúrulæra C
Vallærugreinar
Starvsvenjingarpláss
Starvsvenjingin gongur fyri seg runt alt landið.
Heilsurøktaranæmingar eru í starvsvenjing tríggjar ferðir undir útbúgvingini. Hvør starvsvenjing er 11-12 vikur.
Heilsurøktarin skal í starvsvenjing innan hesi trý økir:
- Eldraøkið
- Sjúkrahús
- Psykiatriska økið
Metingar í skúlaskeiðunum
Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær.
Metingar í starvsvenjingini
Starvsvenjingin hevur ávís mál ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.
Próvtøkur
Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsurøktaranæmingar skulu upp til próvtøku 5 ferðir (broytt januar2019):
- Verkætlan, ið er skrivað í bólkum
- Heilivágslæru
- Munnlig próvtøka í náttúrulæru
- 2 próvtøkur í almennum lærugreinum, skrivlig ella munnlig.
Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar.
Arbeiðspláss
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan t.d.:
- Eldraøki
- Sjúkrahúsverki
- Psykiatriska øki
- Stuðulstænastuna
- Sjúkraflutning
Víðari lesnaður
Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði enn í heilsurøktaraútbúgvingini. Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á www.ug.dk
Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á støði Bachelor of science - Universitetsútbúgving - har fult gymnasialt prógv er eitt krav. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A- og B-støði.
Tosa við ein lestrarvegleiðara um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum.