Heilsurøktari

 

Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 1 ár og 10 mánaðir.

Byrjar í mars mánaða á hvørjum ári.

Freistin at søkja er 1. novembur.

Send umsókn

 

Innihald og tíðarskeið

Tú lærir m.a. um heilsufremjan, fyribyrging, sjúkrarøkt og endurmenning.Tú kanst arbeiða innan t.d. eldraøkið, Almanna- og heilsuverkið, psykiatri og sjúkraflutning, ella sum stuðul hjá fólki ið bera eitthvørt brek. 

Longd 22 mánaðar íalt.

Tú ert 3 ferðir í skúla í Suðuroy, ímillum 10-14 vikur.

Tú ert 3 ferðir 12 vikur í starvsvenjing, ið kann liggja kring landið.

 

Í Námskipanini finnur tú fleiri upplýsingar.

Gevur atgongd til fleiri víðari útbúgvingar. 

Les um starvið sum heilsurøktari

 

Upptøkukrøv

Til heilsurøktara krevst heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur útbúgving + viðkomandi arbeiðsroyndir.

Onnur útbúgving kann t.d. vera: Studentsprógv, Hf-prógv, FHS, saman við viðkomandi arbeiðsroyndum. Arbeiðsroyndir eru eitt krav, fyri at kunna søkja inn uttan heilsuhjálparaútbúgving. Kravið um arbeiðsroyndir er minimum 3 mánaðir, fulla tíð. Ella 6 mánaðir hálva tíð. Tað er eitt krav, at arbeiðsroyndirnar eru innan umsorg, røkt ella heilsuøkið.

Dømi: FHS eitt ár + 3 mánaðar viðkomandi arbeiðsroyndir, fulla tíð.

 

Arbeiðsváttan

Tað er umráðandi at senda váttanfyri arbeiðsroyndir, frá arbeiðagevara, við umsóknini um upptøku.

Á arbeiðsváttanini skal upplýsast vegleiðandi arbeiðstímar pr. viku/mánaða og tíðarskeiðið, ið ein hevur arbeitt. 

 

 

Lærugreinar

Skúlagongdin gongur fyri seg í Suðuroy.

 

Broytt 1. januar 2019

 

Yrkislærugreinar

Møtið við borgaran/sjúklingin       

Dygd og menning

Borgara- sjúklingagongdin

Endurmenning        

Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt                                  

Likamlig sjúka og sjúkrarøkt                                 

Heilivágslæra                                                         

 

                           

Almennar lærugreinar                                                                          

Enskt B                                

Føroyskt A                          

Náttúrulæra  C                  

 

Vallærugreinar                  

 

 

Starvsvenjingarpláss

Starvsvenjingin gongur fyri seg runt alt landið.

Heilsurøktaranæmingar eru í starvsvenjing tríggjar ferðir undir útbúgvingini. Hvør starvsvenjing er 11-12 vikur.

Heilsurøktarin skal í starvsvenjing innan hesi trý økir:

  • Eldraøkið
  • Sjúkrahús
  • Psykiatriska økið

 

 

 

Metingar í skúlaskeiðunum

Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær. 

 

 

Metingar í starvsvenjingini

Starvsvenjingin hevur ávís mál ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.

 

 

Próvtøkur

Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsurøktaranæmingar skulu upp til próvtøku 5 ferðir (broytt januar2019):  

  • Verkætlan, ið er skrivað í bólkum
  • Heilivágslæru
  • Munnlig próvtøka í náttúrulæru
  • 2 próvtøkur í almennum lærugreinum, skrivlig ella munnlig.

 Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar. 

 

 

Arbeiðspláss

 

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan t.d.: 

  • Eldraøki
  • Sjúkrahúsverki
  • Psykiatriska øki
  • Stuðulstænastuna
  • Sjúkraflutning

 

 

Víðari lesnaður

Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði enn í heilsurøktaraútbúgvingini. Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á www.ug.dk

Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á støði Bachelor of science - Universitetsútbúgving -  har fult gymnasialt prógv er eitt krav. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A- og B-støði.

Tosa við ein lestrarvegleiðara um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum.