Avriksflutningur

 

Avriksflutningur merkir:

at flyta avrik, á sama støði, við sær frá aðrari útbúgving.

at ein t.d. ikki skal taka somu lærugrein á sama støði umaftur. 

Góðskriving í skúlapartinum

Um ein hevur tikið almennar lærugreinar, føroyskt, danskt, enskt á øðrum miðnámskúla, á sama stigi sum undirvíst verður í á heilsuútbúgvingunum, kann søkjast um avriksflutning/merit fyri hesar lærugreinar.

Harvið skal ein næmingur ikki taka somu lærugrein umaftur á sama stigi.

 

Í heilsuhjálparaútbúgvingini verður undirvíst á D-stig

Í heilsurøktaraútbúgvingini verður undirvíst á C-stig

 

Søkt verður um avriksflutning/merit tá byrjað verður á skúlanum áðrenn 14 dagar eru farnir. Allir næmingar verða kunnaðir um henda møguleika, tá ið byrja verður í útbúgvingunum. 

Treytin fyri at fáa avriksflutning er, at prógv fyriliggja frá miðnámskúla og at bæði munnlig og skrivlig próvtøka er staðin.

Lestrarvegleiðari á skúlanum kann vegleiða um avriksflutning.

 

Góðskriving í starvsvenjingarpartinum

Ein umsøkjari við nógvum arbeiðsroyndum, kann fáa góðskriving fyri ein starvsvenjingarpart, og fáa ein 3 mánaðar steðg ávegis í útbúgvingini, har ið starvsvenjing 1 liggur. Eisini kann útbúgvingin styttast 3 mánaðir, um ein byrjar útbúgvingina í januar mánaða.

Arbeiðsváttan skal fyriliggja.

Arbeiðaváttanin skal innahalda prógv fyri tímatal, ið tú hevur arbeitt pr. viku/mánaða, og tíðarskeið, ið tú hevur arbeitt.  Vanliga skulu 3 ára arbeiðsroyndir við minst 24 tímum pr. viku til fyri at góðskriving kann veitast.

 

Sí eisini møguleika fyri styttri útbúgving, STYTT ÙTBÙGVING

 

Um tú hevur ivaspurningar, so veita vit fegin vegleiðing á tlf. 61 42 10 ella á telduposti heilsuskulin@skulin.fo.