Styttri útbúgving til heilsuhjálpara

Til tín við nógvum arbeiðsroyndum,

sum ófaklærd innan heilsu og røktarfakið

  

Í januar mánaða á hvørjum árið, kanst tú søkja um styttri útbúgving til heilsuhjálpara, um tú hevur:

Váttan fyri í minsta lagið 3 ára arbeiði sum ófaklærd innan heilsurøkt, í minsta lagið 24 timar um vikuna í meðal.

 

Tað mest vanliga er at tú fært eftirgivið EIN starvsvenjingarpart, av teimum tveimum ið eru í heilsuhjálparaútbúgvingini.

 

Styttingin fer fram soleiðis:

Tú byrjar í januar við fyrsta skúlatíðarskeiðið, eftir tað skiftir tú yvir í ein eldri flokk, til annað skúlatíðarskeið, og tekur soleiðis alla teori í einum. Eftir annað skúlaskeið fert tú í starvsvenjing. Endað verður við próvtøkum í desembur.

Styttingin av útbúgvingini er 3 mánaðir.

 

Tú byrjar í januar og er liðug/ur í desembur. Vanliga vildi tú verið liðug/ur í mars mánaða árið eftir at tú byrjar útbúgvingina. Tú skal bert í starvsvenjing einaferð.

Umsóknarfreistin er 1. novembur, sum til vanliga heilsuhjálparaútbúgving.

 

Arbeiðsváttan skal til og krøvini til hesa eru:

Tímatal ímeðal pr. viku/mánaða, skal framganga av váttanini.

Tíðarskeiðið skal framganga týðiliga. (ikki neyðugt við lønar/tímaseðlum)

Undirskrivað av arbeiðsgevara.

Skúlin metir um, í samband við upptøku, um tú við tínum arbeiðsroyndum hevur møguleika at sleppa undan einum av tveimum starvsvenjingarpørtum.

Møguleiki er bert at søkja til heilsuhjálpara eftir hesari skipan.

 

Arðir møguleikar: Merit/Avriksflutningur fyri starvsvenjing kann eisini fara fram við at tú fylgir sama flokki allan vegin, og heldur ein steðg í 3 mánaðar, tá fyrsta starvsvenjing byrjar. Tá verður útbúgvingin ikki stytt, men inniheldur ein steðg ístaðin.