Autorisation heilsurøktarar

 

Heilsuskúlin søkir um autorisatión fyri heilsurøktarar við endan av útbúgvingini.

Ein autorisatión kostar uml 300 kr.

 

Autorisatiónslógin er donsk lóg, sett i gildi fyri Føroyar og søkt verður um autorisatión frá "Sundhedsstyrelsen".

 

Um tú vil finna tína autorisatión kanst tú leita niðanfyri, fylg vegleiðingini: 

stps.dk/da/ds/opslagautreg

 

 

 

Hvat er autorisatión?

Autorisatión verjir starvsheitið "heilsurøktari", ið ein og hvør ikki skal kunna kalla seg.

Veitir trygd fyri, at eitt ávíst innihald er í útbúgvingini.

Veitir borgaranum trygd fyri eina ávísa góðsku.

Autorisatiónin kann takast frá einum starvsfólki, ið ikki røkir starv sítt sambært ábyrgd og heimildum, ið fylgja starvsheitinum.