Autorisation heilsurøktarar
Heilsuskúlin søkir um autorisatión fyri heilsurøktarar við endan av útbúgvingini.
Autorisatiónin kostar uml. 300 kr.
Autorisatiónslógin er donsk lóg, sett i gildi fyri Føroyar og søkt verður um autorisatión frá "Sundhedsstyrelsen".
Finn tína autorisatión. Fylg vegleiðingini:
Hvat er autorisatión?
Autorisatión verjir starvsheitið "heilsurøktari", ið ein og hvør ikki skal kunna kalla seg.
Veitir trygd fyri, at eitt ávíst innihald er í útbúgvingini.
Veitir borgaranum trygd fyri eina ávísa góðsku.
Autorisatiónin kann takast frá einum starvsfólki, ið ikki røkir starv sítt sambært ábyrgd og heimildum, ið fylgja starvsheitinum.