Útbúgvingarráð fyri Heilsuútbúgvingarnar

Útbúgvingarráðið hevur umboð frá starvsvenjingini, ábyrgdarhavandi myndugleikum og ráðum, starvsfólki á Heilsuskúlanum, eins og frá fakfeløgum á heilsuøkinum.

Tvær ferðir árliga hevur Útbúgvingarráðið fund á Heilsuskúlanum.

Ráðið er sett fyri at viðgerða og ummæla ymisk viðurskfiti í útbúgvingini og fær á henda hátt ávirkan á, og kann fylgja við í gongdini, hvussu útbúgvingin verður skipað og uppbygd. Allar útbúgvingarligar broytingar og endurnýggjanir, sum eru í námsskipan, námsætlanum, kunngerð og lóg, skulu fyri útbúgvingarráðið til ummælis, fyri síðan at verða góðkendar av Mentamálaráðnum. 

 Sí meira niðanfyri í kunngerð um Útbúgvingarráð:

 OBS! Nýggj kunngerð er lýst í mai 2017:


Nr. 87 31. mai 2017

Kunngerð

um

útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingar og heilsurøktaraútbúgvingar

 

Við heimild í § 21, stk. 5 í løgtingslóg nr. 57 frá

26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett:

 

§ 1. Fyri støðugt at menna heilsuhjálparaútbúgvingarnar

og heilsurøktaraútbúgvingarnar setir landsstýrismaðurin

eitt útbúgvingarráð, ið hevur til endamáls

at fylgja gongdini innan heilsuútbúgvingarnar

og viðgera uppskot um at broyta og endurnýggja

hesar.

 

Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal ummæla námsskipan

skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið

annars í útbúgvingunum, umframt viðgera

viðkomandi mál, ið eru av týdningi fyri útbúgvingarnar.

 

Stk. 3. Ráðið kann heita á serkøn fólk at vera sær

til hjálpar í sínum arbeiði at menna útbúgvingarnar.

 

§ 2. Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar

hevur 7 limir og 7 tiltakslimir, sum landsstýrismaðurin

tilnevnir fyri eitt 4 ára skeið í senn eftir

tilmæli frá stovnum og pørtum, nevndir í stk. 2 og 3.

 

Stk. 2. Útbúgvingarráðið verður tilmælt soleiðis:

1) Almannamálaráðið gevur landsstýrismanninum

tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.

2) Heilsu- og innlendismálaráðið gevur landsstýrismanninum

tilmæli um val av einum limi

og einum tiltakslimi.

3) Kommunufelagið gevur landsstýrimanninum

tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.

4) Heilsuhjálparafelag Føroya gevur landsstýrismanninum

tilmæli um val av einum limi og

einum tiltakslimi

5) Heilsurøktarafelagið gevur landsstýrismanninum

tilmæli um val av einum limi og einum

tiltakslimi.

6) Lærararnir í Heilsuskúla Føroya geva landsstýrismanninum

tilmæli um val av einum limi

og einum tiltakslimi millum lærarar skúlans.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum

er formaður, umframt tiltakslim hansara.

Stk. 4. Um limur í útbúgvingarráðnum tekur seg úr

ráðnum, tekur tiltakslimurin við, og viðkomandi

felag ella partur, sum limurin hevur umboðað, sendir

Mentamálaráðnum tilmæli um val av nýggjum tiltakslimi.

Stk. 5. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari

í útbúgvingarráðnum, men hevur ikki atkvøðurætt.

Stk. 6. Umboð fyri Mentamálaráðið umframt leiðarin

fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina kunnu taka

lut á útbúgvingarráðsfundunum eftir áheitan frá

ráðnum.

 

§ 3. Formaður útbúgvingarráðsins boðar til fundar

eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um

árið.

Stk. 2. Formaðurin ásetir fundartíð og fundarstað.

Stk. 3. Formaðurin ger fundarskrá, sum saman við

møguligum skjølum verður send ráðslimunum í

seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Formaðurin

kann í serligum førum víkja frá tíðarfreistini.

Stk. 4. 3 ráðslimir kunnu skrivliga krevja fund um

ítøkilig evni. Formaðurin boðar í hesum føri til

fundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at áheitanin er

formanninum í hendi.

 

§ 4. Útbúgvingarráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta

lagi 4 ráðslimir eru á fundi.

 

§ 5. Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum,

og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í

seinasta lagi 14 dagar eftir fundin.

 

§ 6. Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla

Føroya.

 

§ 7. Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning

og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðnum

sambært reglum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Givið út 2. juni 2017

 

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at

hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 10 frá 19.

januar 2011 um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaog

heilsurøktaraútbúgvingar úr gildi, tó soleiðis at

sitandi útbúgvingarráð heldur fram við virksemi

sínum til nýtt útbúgvingarráð verður tilnevnt.

 

Mentamálaráðið, 31. mai 2017

Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 

--------

 

 

Eldri kunngerð:

KUNNGERÐ NR. 10 FRÁ 19. JANUAR 2011 UM ÚTBÚGVINGARRÁÐ FYRI HEILSUHJÁLPARA- OG HEILSURØKTARAÚTBÚGVINGAR 


Kunngerð nr. 10 frá 19.01.2011 

Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir.


Nr. 10 19. januar 2011 

 

Við heimild í § 21, stk. 5 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett: 

 

Fyri støðugt at menna heilsuhjálpara- og heilsurøktara-útbúgvingarnar setir landsstýrismaðurin eitt útbúgvingarráð, ið hevur til endamáls at fylgja gongdini innan heilsuútbúgvingarnar og viðgera uppskot um at broyta og endurnýggja hesar. 


Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, ið eru av týdningi fyri útbúgvingarnar. 
Stk. 3. Ráðið kann heita á serkøn fólk at vera sær til hjálpar í sínum arbeiði at menna útbúgvingarnar. http://www.heilsuskulin.fo/

§ 2. Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar hevur 7 limir og 7 tiltakslimir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri eitt 3 ára skeið í senn eftir tilmæli frá stovnum og pørtum, nevndir í stk. 2 og 3. 
Stk. 2. Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið geva í felag landsstýrismanninum tilmæli um val av 3 limum og 3 tiltakslimum. Hesir limir skulu umboða Nærverkið/ellis- og røktarheimini, sjúkrahúsverkið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Heilsuhjálparafelag Føroya og Almanna- og heilsurøktarafelagið geva landsstýrismanninum tilmæli um val hvør av sínum limi og tiltakslimi. Lærararnir í Heilsuskúla Føroya geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi millum lærarar skúlans. 
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum er formaður, umframt tiltakslim hansara. 
Stk. 4. Um limur í útbúgvingarráðnum tekur seg úr ráðnum, tekur tiltakslimurin við, og viðkomandi felag ella partur, sum limurin hevur umboðað, sendir Mentamálaráðnum tilmæli um val av nýggjum tiltakslimi.Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari í útbúgvingarráðnum, men hevur ikki atkvøðurætt. 
Stk. 6. Umboð fyri Mentamálaráðið umframt leiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina taka lut á útbúgvingarráðsfundunum sum ráðgevar. 

http://www.heilsuskulin.fo/

§ 3. Formaður útbúgvingarráðsins boðar til fundar eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um árið. 
Stk. 2. Formaðurin ásetir fundartíð og fundarstað. 
Stk. 3. Formaðurin ger fundarskrá, sum saman við møguligum skjølum verður send ráðslimunum í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Formaðurin kann í serligum førum víkja frá tíðarfreistini. 
Stk. 4. 3 ráðslimir kunnu skrivliga krevja fund um ítøkilig evni. Formaðurin boðar í hesum føri til fundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at áheitanin er formanninum í hendi. 

http://www.heilsuskulin.fo/

§ 4. Útbúgvingarráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi 5 ráðslimir eru á fundi. 

http://www.heilsuskulin.fo/

§ 5. Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum, og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í seinasta lagi 14 dagar eftir fundin. 

http://www.heilsuskulin.fo/

§ 6. Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla Føroya. 

http://www.heilsuskulin.fo/

§ 7. Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðnum sambært reglum hjá Fíggjarmálaráðnum. 

http://www.heilsuskulin.fo/

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Mentamálaráðið, 19. januar 2011 

Helena Dam á Neystabø (sign.) 

landsstýriskvinna 

/ Leivur Harryson (sign.)