Útbúgvingarráð fyri Heilsuútbúgvingarnar

  

Útbúgvingarráðið hevur umboð frá starvsvenjingini, ábyrgdarhavandi myndugleikum og ráðum, starvsfólki á Heilsuskúlanum, eins og frá fakfeløgum á heilsuøkinum.

Tvær ferðir árliga hevur Útbúgvingarráðið fund á Heilsuskúlanum.

Ráðið er sett fyri at viðgerða og ummæla ymisk viðurskifti í útbúgvingini og fær á henda hátt ávirkan á og kann fylgja við í gongdini, hvussu útbúgvingin verður skipað og uppbygd.

Allar útbúgvingarligar broytingar og endurnýggjanir, sum eru í námsskipan, námsætlanum, kunngerð og lóg, skulu fyri útbúgvingarráðið til ummælis, fyri síðan at verða góðkendar av Mentamálaráðnum. 

Sí meira niðanfyri í kunngerð um Útbúgvingarráð:

Nr. 87 31. mai 2017

Kunngerð um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingar og heilsurøktaraútbúgvingar