
Útbúgvingarráð fyri Heilsuútbúgvingarnar
Útbúgvingarráðið hevur umboð frá starvsvenjingini, ábyrgdarhavandi myndugleikum og ráðum, starvsfólki á Heilsuskúlanum, eins og frá fakfeløgum á heilsuøkinum.
Tvær ferðir árliga hevur Útbúgvingarráðið fund á Heilsuskúlanum.
Ráðið er sett fyri at viðgerða og ummæla ymisk viðurskifti í útbúgvingini og fær á henda hátt ávirkan á og kann fylgja við í gongdini, hvussu útbúgvingin verður skipað og uppbygd.
Allar útbúgvingarligar broytingar og endurnýggjanir, sum eru í námsskipan, námsætlanum, kunngerð og lóg, skulu fyri útbúgvingarráðið til ummælis, fyri síðan at verða góðkendar av Mentamálaráðnum.
Sí meira niðanfyri í kunngerð um Útbúgvingarráð: