Heilsuskúlin bjóðar tvær útbúgvingar

Heilsuhjálpari

 

Fyrra útbúgvingin er heilsuhjálpari og tekur 15 mánaðir. 

Heilsuhjálpirin veitir røkt til borgarar innan t.d. eldraøkið og kunnu arbeiða sum stuðlar hjá fólki ið bera brek. Les meira.

 

Heilsurøktari

Seinna útbúgvingin er heilsurøktari og tekur 22 mánaðir.

Heilsurøktarin veitir sjúkrarøkt til borrgarar og sjúklingar í eldraøkinum, sjúkrahúsi, innan psykiatri, sjúklingaflutning og sum stuðlar í almannaverkinum. Les meira.

 

 

Hvat er munurin á útbúgvingunum?

  • Heilsuhjálparin arbeiðir sjálvstøðugt við røkt 

"Røkt" er stuðul til tað, ið borgarin vanliga sjálvur hevur megnað av persónligum tørvum í dagliga lívinum, men ikki megnar longur av einhvørjari orsøk. Tað er alt tað, ið ein vanliga sjálvur tekur sær av, t.d. sum bað, lata seg í, at eta, at drekka. 

 

  • Heilsurøktarin arbeiðir sjálvstøðugt við grundleggjandi sjúkrarøkt

Sjúkrarøkt er, umframt vanliga røkt, tá ið sjúka er við inni í myndini. Heilsurøktarin veitir grundleggjandi sjúkrarøkt og hevur tí eisini arbeiðsøki innan heilsuverkið.

 

 

Arbeiðsøki eftir lokna útbúgving

Heilsuhjálparin arbeiðir innan eldraøki og almannaverkið, har borgarin hevur tørv á stuðli til at megna gerandisdagin

Heilsurøktarin arbeiðir innan eldraøki, almanna - og heilsuverkið, herundir psykiatri og innan sjúkraflutning ella sum stuðul t.d. innan sosialpsykiatri.