Heilsuskúlin bjóðar hesar útbúgvingar

Heilsuhjálpari

Varir 15 mánaðir. 

Heilsuhjálpirin veitir umsorg og røkt til borgarar, við støði í tørvi, orku og lívssøguni hjá borgaranum. Arbeiðir innan t.d. eldraøkið og kunnu arbeiða sum stuðlar hjá fólki ið bera brek. Førleikar sum útbúgvingin gevur, sí Námskipan. 

Minsta krav fyri upptøku: 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokk.

Les meira

 

Heilsurøktari

Varir 22 mánaðir. Byggir á heilsuhjálparaútbúgvingina.

Heilsurøktarin veitir likamliga og sálarliga sjúkrarøkt og umsorgan, við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Arbeiðir á eldraøkinum, sjúkrahúsi, innan psykiatri, sjúklingaflutning og sum stuðlar í almannaverkinum v.m.

Førleikar sum útbúgvingin gevur, sí Námskipan. 

Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur útbúgving+viðkomandi arbeiðsroyndir, sum í minsta lagið svara til 15 mánaðir, ið er longdin á heilsuhjálparaútbúgvingini.

Les meira

 

 

Námsfrøðihjálpari 

Varir 24 mánaðir.

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur.

Gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.

 

 

 

Hvat er munurin á heilsuútbúgvingunum?

Heilsuhjálparin arbeiðir sjálvstøðugt við røkt 

"Røkt" er stuðul til tað, ið borgarin vanliga sjálvur hevur megnað av persónligum tørvum í dagliga lívinum, men ikki megnar longur vegna elli, sjúku ella brek. Tað er alt tað, ið ein vanliga sjálvur tekur sær av, t.d. sum bað, lata seg í, at eta, at drekka. Heilsuhjálparin arbeiðir i heiminum hjá borgaranum og tað kann eisini vera ellisheim ella sambýli.

 

Heilsurøktarin arbeiðir sjálvstøðugt við likamligari og sálarligari sjúkrarøkt 

Sjúkrarøkt er, umframt vanliga røkt, tá ið sjúka er við inni í myndini. Heilsurøktarin veitir grundleggjandi sjúkrarøkt og hevur tí, afturat eldraøkinum eisini arbeiðsøki innan almanna og heilsuverkið.

 

Báðar útbúgvingar skulu harumframt arbeiða við endurmenning av mistum førleikum, heilsufremjan og fyribyrging av sjúkum, innanfyri økini røkt ella sjúkrarøkt.

Eisini við at skapa samanhang í røktini fyri borgarar sum verða innlagdir á sjúkrahús, ella útskrivaðir.

Báðir fakbólkar kunnu upplærast í uppgávum, sum ikki liggja beinleiðis í málunum fyri einstøku útbúgvingina, um arbeiðsgevarin metir at starvsfólkið hevur royndir til at útføra uppgávuna.