Arbeiðsviðurskifti í starvsvenjing

 

 

Niðanfyri brot úr Útbúgvingarbók 

 

Næmingurin fær lestrarstuðul undir útbúgvingini og er tí afturat tí vanligu starvsfólkanormeringini á starvsvenjingarstaðnum, tá hann/hon er í starvsvenjing. Soleiðis fær næmingurin tíð til at læra. 

 

 

Frídagar

Næmingur í starvsvenjing hevur vanliga frí allar halgidagar og vikuskiftir.  

Vaktararbeiði kann fyrikoma í starvsvenjingini, - tað er kvøld og náttarvaktir.

Næmingar arbeiða 8 tímar dagliga, 4 dagar um vikuna. Ein dagur um vikuna er lestrardagur. 

Næmingar eru avlamistryggjaðir undir allari útbúgvingini.

Um sammett verður í mun til somu útbúgvingar í Danmark, so fær ein næmingur har løn undir útbúgvingini, er settur í starv sum lærlingur, og tá er næmingurin eisini ein partur av normeringini, og inngongur sum full arbeiðskraft.

 

Námsdagur/Lestrardagur

Námsdagur er hvønn fríggjadag. Í "líka vikum" eigur skúlin møguleikan at planleggja vitjanir e.a. Um einki er planlagt á lesidøgunum, eigur næmingurin dagin til lesnað, bólkaarbeiði, stovnsvitjanir ella annað, ið hann sjálvur skipar fyri.

Starvsvenjingarstaðið kann planleggja eitthvørt tiltak á lestrardegnum í "ólíka vikum".  

Um ein frídagur fellur á ein fríggjadag, fellur lestrardagurin burtur.

Um ein frídagur fellur á ein annan vikudag, verður lestrardagurin hildin sum vanligt.