Arbeiðsviðurskifti í starvsvenjing
Niðanfyri brot úr Útbúgvingarbók
Næmingurin fær lestrarstuðul undir útbúgvingini og er tí afturat tí vanligu starvsfólkanormeringini á starvsvenjingarstaðnum, tá hann/hon er í starvsvenjing. Soleiðis fær næmingurin tíð til at læra.
Frídagar
Næmingur í starvsvenjing hevur vanliga frí allar halgidagar og vikuskiftir.
Vaktararbeiði kann fyrikoma í starvsvenjingini, - tað er kvøld og náttarvaktir.
Næmingar arbeiða 8 tímar dagliga, 4 dagar um vikuna. Ein dagur um vikuna er lestrardagur.
Næmingar eru avlamistryggjaðir undir allari útbúgvingini.
Um sammett verður í mun til somu útbúgvingar í Danmark, so fær ein næmingur har løn undir útbúgvingini, er settur í starv sum lærlingur, og tá er næmingurin eisini ein partur av normeringini, og inngongur sum full arbeiðskraft.
Námsdagur/Lestrardagur
Námsdagur er hvønn fríggjadag. Í "líka vikum" eigur skúlin møguleikan at planleggja vitjanir e.a. Um einki er planlagt á lesidøgunum, eigur næmingurin dagin til lesnað, bólkaarbeiði, stovnsvitjanir ella annað, ið hann sjálvur skipar fyri.
Starvsvenjingarstaðið kann planleggja eitthvørt tiltak á lestrardegnum í "ólíka vikum".
Um ein frídagur fellur á ein fríggjadag, fellur lestrardagurin burtur.
Um ein frídagur fellur á ein annan vikudag, verður lestrardagurin hildin sum vanligt.