Eftirmeting av starvsvenjing

 

Vegleiðarin eigur at stuðla næminginum at gera eina skrivliga eftirmeting av starvsvenjingartíðini, í samband við seinastu samrøðuna.

Eftirmetingin eigur m.a. at innihalda eina meting av tíðini, møguleikum fyri læring, møguleika fyri at vera næmingur og øðrum praktiskum og námsfrøðiligum viðurskiftum, og eisini av sínum egna leikluti sum næmingur.

Starvsvenjingarstaði skal nýta eftirmetingina til at meta um sín lut sum starvsvenjingarstað og sum lærupláss. Eftirmetingin eigur at verða ímillum vegleiðara og næming, um ikki annað er avtalað, soleiðis at næmingurin yvirfyri arbeiðsplássinum kann verða ónevnd í sínari eftirmeting, .

 

Best er, at eftirmetingin verður latin inn, í samband við seinastu samrøðu við vegleiðaran, samstundis sum næmingurin fær munnliga og skrivliga støðismeting frá vegleiðaranum.

Soleiðis fer eftirmetingin ikki at ávirka støðismetingina, ella umvent.

 

Næmingurin kann sjálvur velja at lata eina eftirmeting inn, hóast vegleiðarin ikki hevur biðið um tað.