Næmingar

Bøkur

Útreiðslur til bøkur eru vegleiðandi:

  • Til heilsuhjálpara uml. 1.500,-
  • Til heilsurøktara uml. 3.000,-

Næmingarnir skulu sjálvir keypa bøkur, eftir bókalista sum skúlin útvegar. Bøkur kunnu bíleggjast í bókhandlum kring landið. 

Bøkur skulu bíleggjast í góðari tíð, áðrenn skúlabyrjan. 

 

 

Útgávur: 

Bílegg altíð nýggjastu útgávu av bókum. Tað er ikki ráðiligt at keypa brúktar bøkur, uttan at eftirkanna at útgávan er tann nýggjasta, sum skúlin nýtir. Bókalisti verður sendur næminginum í samband við upptøku.

Bøkur til báðar útbúgvingar :

www.munksgaard.dk/SOSU

 

 

 

Kantinan á skúlanum

Kantina er á Skúladeplinum og hevur vanliga opið dagliga.

Neyðugt er at bíleggja døgurða og tað kann gerast sama dag í kantinuni;  í seinasta lagi kl. 10.00.

 

 

Ferðastuðul

Innanlanda ferðastuðul frá Strandferðsluni:

Øll lesandi, sum nýta buss og ferjur hjá tí almenna, hava rætt til ferðakort.

Næmingar kunnu søkja um kortið áðrenn skúlabyrjan, ella tá skúlin er byrjaður, við vegleiðing frá skúlanum.

 

Uttanlanda ferðastuðul frá Studna:

Ferðastuðul til eina starvsvenjing uttanlands kann søkjast frá Studna. Hesin stuðul verður nevndur "verkætlanarstuðul".

 

 

Studni - útbúgvingarstuðul

Øll, sum eru yvir 18 ár, hava rætt til peningaligan stuðul undir útbúgvingini og kunnu søkja um lán frá Studna. Eisini kann søkjast um eyka stuðul fyri børn undir 18 ár. 

Um ein er undir 18 ár, kann søkjast um bókastuðul og vistarhaldsstuðul.

 

Heilsuskulin kunnar um hvussu søkjast skal, fyrsta skúladag !

 

Neyðugt er ALTÍÐ at senda avrit av dópsváttanum hjá barninum/børnunum og bústaðarváttan frá heimstaðarkommununi, saman við umsóknini um stuðul.

 

Les um at søkja stuðul www.studni.fo

 

Stuðulsupphæddir: sí www.studni.fo

 

 

Næmingurin kann fáa stuðul og farloyvi í samband við barnsburð ella ættleiðing, sí á www.studni.fo