
Næmingar
Bøkur
Útreiðslur til bøkur eru vegleiðandi:
- Til heilsuhjálpara uml. 1.500,-
- Til heilsurøktara uml. 3.000,-
Næmingarnir skulu sjálvir keypa bøkur, eftir bókalista sum skúlin útvegar. Bøkur kunnu bíleggjast í bókhandlum kring landið.
Bøkur skulu bíleggjast í góðari tíð, áðrenn skúlabyrjan.
Útgávur:
Bílegg altíð nýggjastu útgávu av bókum. Tað er ikki ráðiligt at keypa brúktar bøkur, uttan at eftirkanna at útgávan er tann nýggjasta, sum skúlin nýtir. Bókalisti verður sendur næminginum í samband við upptøku.
Bøkur til báðar útbúgvingar :
Kantinan á skúlanum
Kantina er á Skúladeplinum og hevur vanliga opið dagliga.
Neyðugt er at bíleggja døgurða og tað kann gerast sama dag í kantinuni; í seinasta lagi kl. 10.00.
Ferðastuðul
Innanlanda ferðastuðul frá Strandferðsluni:
Øll lesandi, sum nýta buss og ferjur hjá tí almenna, hava rætt til ferðakort.
Næmingar kunnu søkja um kortið áðrenn skúlabyrjan, ella tá skúlin er byrjaður, við vegleiðing frá skúlanum.
Uttanlanda ferðastuðul frá Studna:
Ferðastuðul til eina starvsvenjing uttanlands kann søkjast frá Studna. Hesin stuðul verður nevndur "verkætlanarstuðul".
Studni - útbúgvingarstuðul
Øll, sum eru yvir 18 ár, hava rætt til peningaligan stuðul undir útbúgvingini og kunnu søkja um lán frá Studna. Eisini kann søkjast um eyka stuðul fyri børn undir 18 ár.
Um ein er undir 18 ár, kann søkjast um bókastuðul og vistarhaldsstuðul.
Heilsuskulin kunnar um hvussu søkjast skal, fyrsta skúladag !
Neyðugt er ALTÍÐ at senda avrit av dópsváttanum hjá barninum/børnunum og bústaðarváttan frá heimstaðarkommununi, saman við umsóknini um stuðul.
Les um at søkja stuðul www.studni.fo
Stuðulsupphæddir: sí www.studni.fo
Næmingurin kann fáa stuðul og farloyvi í samband við barnsburð ella ættleiðing, sí á www.studni.fo
Búðstaður í Suðuroynni
Einki skúlaheim er tilknýtt skúlanum.
Kunningarstovurnar í oynni vita um hús til leigu í oynni, tí er ein møguleiki at seta seg í samband við tær. Tað eru sum heild nógv hús til leigu í oynni.
Næmingar leiga ofta hús saman. Navnalisti yvir flokkar verða sendir næmingunum, áðrenn skúlabyrjan, so tey kunnu seta seg í samband við onnur, ið ætla at leiga.
Á facebook síðuni hjá Heilsuskúlanum ber til at leita eftir húsum til leigu og at seta hús til leigu.
Næmingar við serligum tørvi
Heilsuskúlin hevur orðblindalærara, ið veitir vegleiðing í samband við orðblindni.
Skúlin hevur LEKTIUCAFÈ /LEKTIUBÒLKAR eina ferð um vikuna, har møguleiki er at leita sær hjálp til skúlating.
Skúlin kann eisini veita annan sernámsfrøðiligan stuðul.
Um ein næmingur hevur eitthvørt, ið kann ávirka innlæringina, er umráðandi at siga frá á skúlanum í samband við upptøkuna.
Barnaansing í Suðuroynni
Barnagarður er á Tvøroyri og í Vági. Dagrøkt er í flestu bygdunum í Suðuroynni.