Starvsvenjingarvegleiðaraskeið

 

Vegleiðaraskeiðið er einaferð árliga á Heilsuskúlanum, og varir 2 vikur.

Skeiðið er fyri vegleiðarar, ið ikki enn hava tikið skeið í vegleiðing á Heilsuskúlanum. Báðar vikurnar eru kravdar. Møtiskylda er.

 

Innihald: 

Kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók - persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður og støðismetingar v.m.

Venja at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum/cases.

 

 

Skeiðið er í tveimum eindum, yvir tvær vikur. Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa. 

 

Byrjað verður kl. 11.00 mánadag, báðar vikurnar.

Undirvísing er síðan hinar dagarnar frá kl. 8.15 - 16.00. Endað verður kl. 14.30 fríggjadag. 

4 yvirnáttingar pr. viku.

 

 

Upptøkukrav: Viðkomandi heilsuútbúgving.

Undirvísingin á skeiðnum er ókeypis. Luttakari/arbeiðsgevari rindar kost og yvirnátting.

Við tilmelding: Upplýs útbúgving, og arbeiðspláss ið tú er tilknýtt/ur. 

 

Tilmelding: Heilsuskúli Føroya tlf. 61 42 10 ella heilsuskulin@skulin.fo, sí ásettu freist í lýsing. 

 

 

 

Undirvísingartilfar til vegleiðarskeið

Bøkur sum næmingar og vegleiðarar skulu nýta til arbeiði við málum í starvsvenjingini. 

Gráa bókin er til heilsuhjálparar og svarta bókin til heilsurøktarar. Bið um tað bókina sil útbúgvingina sum tú arbeiðir við. Bøkurnar innihalda mál fyri starvsvenjing og greiða frá hvussu arbeiðast kann í tí daggliga við at náa málini. Bøkurnar verða nýttar á vegleiðaraskeiðnum.

 

Lærebog i praktikken trin 1, Munksgaard - heilsuhjálparar

 

Lærebog i praktikken trin 2, Munksgaard - heilsurøktarar

 

Bið um nýggjastu útgávu, um ongin útgáva er ásett í lýsingini.

 

 

 

Endamál vegleiðaraskeið

 

Endamál

At styrkja luttakararnar í teirra leikluti sum vegleiðarar, so teir út frá námsfrøðiligari umhugsan verða førir fyri at útinna vegleiðing í starvsliga partinum av heilsu-útbúgvingunum.

 

Skeiðsinnihald

Læringarhættir í ástøði og í verki, læringarstílur, læringarumhvørvi

Umhugsanir (refleksjón)

At arbeiða við næmingum

-    næmingafortreytir

-    motivasjón

-    samrøður

-    ráðlegging av starvsvenjingartíð og samrøðum

 

Námsfrøði í mun til vegleiðaraleiklutin og tilgongd

Førleikar hjá næmingunum –  yrkisligir og persónligir

Samskifti

Uppbygnaður av heilsuútbúgvingunum

Meting og eftirmeting í heilsuútbúgvingunum

-    at byggja upp og seta mál

-    taksonomi

-    støðiseftirmetingar

   -     jaligar eftirmetingar

 

Skeiðið fevnir um 60 undirvísingartímar.