Vegleiðaraskeið

Vegleiðaraskeiðið er einaferð árliga á Heilsuskúlanum, og varir 2 vikur.

Skeiðið er fyri vegleiðarar, ið ikki enn hava tikið skeið í vegleiðing á Heilsuskúlanum. Báðar vikurnar eru kravdar. Møtiskylda er.

 

Innihald: 

Kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók - persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður og støðismetingar v.m.

Venja at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum/cases.

Skeiðið er í tveimum eindum, yvir tvær vikur. Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa. 

 

Byrjað verður kl. 11.00 mánadag, báðar vikurnar.

Undirvísing er hinar dagarnar frá kl. 8.15 - 16.00. Endað verður kl. 14.30 fríggjadag. 4 yvirnáttingar pr. viku.

 

Upptøkukrav

Viðkomandi heilsuútbúgving.

Undirvísingin á skeiðnum er ókeypis. Luttakari/arbeiðsgevari rindar kost og yvirnátting.

 

Við tilmelding

Upplýs útbúgving, og arbeiðspláss ið tú er tilknýtt/ur. 

 

Tilmelding: Heilsuskúli Føroya tlf. 61 42 10 ella heilsuskulin@skulin.fo, sí ásettu freist í lýsing. 

 

 

Undirvísingartilfar til vegleiðarskeið

Bøkur sum næmingar og vegleiðarar skulu nýta til arbeiði við málum í starvsvenjingini. 

Til skeiðið: Bið um bókina til útbúgvingina sum tú arbeiðir við. Bøkurnar innihalda mál fyri starvsvenjing og greiða frá hvussu arbeiðast kann í tí dagliga við at náa málinunum. Bøkurnar verða nýttar á vegleiðaraskeiðnum og dagliga í starvsvenjingini.

Praktikbogen social- og sundhedshjælper, Munksgaard - heilsuhjálparar

Praktikbogen social- og sundhedsassistent, Munksgaard - heilsurøktarar

 

Bið um nýggjastu útgávu, um ongin útgáva er ásett í lýsingini.

 

 

 

Endamál vegleiðaraskeið

 

Endamál

At styrkja luttakararnar í teirra leikluti sum vegleiðarar, so teir út frá námsfrøðiligari umhugsan verða førir fyri at útinna vegleiðing í starvsliga partinum av heilsu-útbúgvingunum.

 

Skeiðsinnihald

Læringarhættir í ástøði og í verki, læringarstílur, læringarumhvørvi

Umhugsanir (refleksjón)

At arbeiða við næmingum

-    næmingafortreytir

-    motivasjón

-    samrøður

-    ráðlegging av starvsvenjingartíð og samrøðum

 

Námsfrøði í mun til vegleiðaraleiklutin og tilgongd

Førleikar hjá næmingunum –  yrkisligir og persónligir

Samskifti

Uppbygnaður av heilsuútbúgvingunum

Meting og eftirmeting í heilsuútbúgvingunum

-    at byggja upp og seta mál

-    taksonomi

-    støðiseftirmetingar

   -     jaligar eftirmetingar

 

Skeiðið fevnir um 60 undirvísingartímar.