Heilsuhjálparanæmingur í starvsvenjing

Tað var ein stór løta, tá maðurin, sum var lamin, sjálvur vendi sær


Eg var sera spent at fara út í starvsvenjing, sum heilsuhjálpari, á einum ellisheimi.

Tann eini borgarin, sum eg valdi mær, hevði ligið so leingi í seingini, at kroppurin var blivin skeivur, kundi ikki liggja á síðuni og hann hevði stívar og óvikandi liðir.

Hetta kemur oftani av lammilsi aftaná ein heilabløðing ella blóðtøpp. Maðurin fekk venjing við fysioterapeuti eina ferð um vikuna og eg var við til hansara venjingar. Tað gav mær so møguleikan at gera heimavenjingar hvønn dag, saman við honum, sum ein part av røktini í arbeiðinum. Maðurin varð so glaður og fysioterapeuturin sá mun fyri hvørja viku.

 

Minkaði um vandan fyri trykksárum og lungnabruna

Vit gjørdu av saman við manninum, at nú skuldu vit royna at leggja hann á síðuna. Við at gera hetta hvønn dag, arbeiddi eg sjúkrafyribyrgjandi og minkaði um vandan fyri at fáa trykksár og lungnabruna. Og gav honum eisini møguleika fyri tí vælveru tað er, at kunna flyta seg sjálvur á liðina, tá ein hevur brúk fyri tí.

Eftir hetta varð maðurin lagdur á síðuna hvønn dag, skiftivís á høgru síðu, síðani til vinstru síðu. Maðurin megnaði seinni sjálvur at venda sær á liðina.

Tað er stórt at uppliva!

Hetta er eitt dømi uppá hvussu heilsuhjálparar arbeiða við heildarrøkt, venjing og tvørfakligum samstarvi, sum eru umráðandi, fyri at fólk kunnu blíva meira sjálvhjálpin aftur, eftir sjúku.

 

 

 

Starvsvenjing

Starvsvenjing gongur fyri seg runt alt landið !

 

Heilsuhjálparanæmingar eru vegleiðandi 2x12 vikur í starvsvenjing

  • á stovni innan eldraøki
  • í heimatænastuni 

 

Heilsurøktararnæmingar eru vegleiðandi 3x12 vikur í starvsvenjing

  • á stovni innan eldraøki,
  • á sjúkrahúsi
  • innan fyri psykiatriska økið

 

Nágreinilig vikutíðarætlan fyri starvsvenjingartíðarskeið.

 

 

Innihald í starvsvenjing - heilsuhjálparaútbúgving

Starvsvenjingin gongur fyri seg á ymiskum arbeiðsplássum innan eldraøki.

Starvsvenjingarstaðið virkar fyri, at næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, røkt og umsorgan.

Somuleiðis skal næmingurin læra seg grundleggjandi og fyribyrgjandi heilsutiltøk og í tvørfakligum samstarvi vera við til at skapa heildarloysnir og fremja átøk, sum eru lagað eftir borgarans tørvi, og sum skapa samanhang í gerandisdegi borgarans.

 

 

Innihald í starvsvenjing - heilsurøktaraútbúgving

Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um ymisk starvsøki í eldraøkinum, og í almanna- og heilsuverkinum og øðrum heilsufakligum stovnum.

Starvsvenjingarstaðið virkar fyri, at næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan likamliga og sálarliga heilsu- og sjúkrarøkt, í samstarvi við aðrar fakbólkar.

Í starvsliga útbúgvingarpartinum skal næmingurin eisini læra at arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi, umsorganarfult, og við virksemi og endurmenning sum endamál. Næmingarnir skulu fáa ymiskar og fjøltáttaðar royndir við sjúklingum og borgarum, sum hava tørv á stuðli ella sjúkrarøkt, orsakað av eitt nú sosialum, sálarligum ella likamligum trupulleikum ella sjúkum. Harumframt skal næmingurin ogna sær vitan um tænastur, sum tað almenna, eins og privat virki, kunnu bjóða.

Næmingurin skal gerast førur fyri at greiða úr hondum samskipandi og undirvísingarligt virksemi.

 

 

 

Brot úr Námsskipanini

Starvsvenjingarstaðið hevur ábyrgd av starvsvenjingarpartinum og leggur starvsvenjingartíðina til rættis, við støði í námsskipanini og útbúgvingarbókini hjá næminginum.

Starvsvenjingarstaðið skal avgreiða og allýsa ábyrgd, førleikar og uppgávur í samband við vegleiðing, í mun til yrkisbygnaðin á staðnum. Leiðsla og vegleiðarar skulu kenna ábyrgd teirra og endamálið við útbúgvingini og útfrá hesum lýsa lestrarumhvørvið á staðnum.

Starvsvenjingin skal skipast soleiðis, at eitt námsfrøðiligt endamál er við uppgávum, ið næmingurin hevur, útfrá teimum málum, sum eru fyri starvsvenjingarpartarnar.

Partar av starvsvenjingini kunnu fara fram í venjingarstovu skúlans.