Umsóknarbløð

 

Heilsuhjálparaútbúgving

Á talgilda umsóknarblaðið niðanfyri, kanst tú velja fleiri Miðnáms- og yrkisútbúgvingar, millum annað Heilsuskúlan. 

VEL Talgilt UMSÓKNARBLAРog tú verður send til síðuna innskriving.fo - og VEL MIÐNÁM - hetta umsóknarblaðið skal nýtast til byrjan í septembur. Freist 15. mars.

Er virkið frá umleið 15. februar til 15. mars.

Vanligt UMSÓKNARBLAÐ  - skal nýtast til byrjan í januar. Freist 1. novembur.

 

Heilsurøktaraútbúgvingin

Umsóknarblað  - til byrjan í mars. Freist 1. novembur.

 

 

Vegleiðing til umsókn

Uttan niðanfyrinevndu upplýsingar, prógv og váttanir, kann umsóknin vera mett - "ikki nøktandi".

  • Tað er umráðandi, at tú grundgevur á umsóknarblaðnum fyri, hví tú ynskir at taka útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari
  • Tað er umráðandi at greiða frá arbeiðsroyndum eftir loknan fólkaskúla
  • Avrit av dópsváttan/navnabrævi skulu sendast við umsóknini
  • Prógv fyri seinast loknu førleikagevandi skúlagongd skal leggjast við umsóknini
  • Um ein ikki er vísur í, um ein lýkur upptøkukrøvini eftir vanligum reglum, er umráðandi at senda inn øll prógv ein hevur av t.d. einkultfakum, skeiðum v.m.
  • Umráðandi er at undirskriva umsóknina

 

Serlig vegleiðing til umsókn - heilsuhjálparaútbúgvingin:

  • Um tú søkir til heilsuhjálpara við 9. flokki skalt tú senda inn váttan fyri í minsta lagi eitt ára arbeiðsroyndir
  • Um tú hevur 10. flokk, er ikki krav um at arbeiðsroyndir eisini eru prógvaðar
  • Til heilsuhjálparaútbúgvingina er ikki neyðugt, at arbeiðsroyndirnar eru vðkomandi, innanfyri røkt ella umsorg. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast.
  • Við 9. flokks førleika: Um tímatalið er minni enn fulla arbeiðsviku um vikuna, skal váttan vera fyri meir enn eitt ára arbeiði
  • Ein váttan frá arbeiðsgevara skal fyriliggja, við tímatalið pr. viku/mánaða og tíðarskeið 
  • Tað er ikki neyðugt at senda lønarseðlar sum váttan
  • Um tú t.d. hevur FHS eftir 9. flokk, lýkur tú krøvini fyri upptøku

 

Serlig vegleiðing til umsókn - heilsurøktaraútbúgvingin: 

  • Heilsuhjálparaútbúgving er ein fyrimunur
  • Umsøkjari við aðrari skúlagongd, t.d studentsprógvi, HF-prógvi og FHS-prógvi, kann søkja um upptøku, við í minsta lagið 3 mánaða viðkomandi arbeiðsroyndum, fulla tíð 
  • Upptøka uttan heilsuhjálparaútbúgving krevur, at bøkurnar til heilsuhjálparaútbúgvingina verða lisnar áðrenn byrjan

Viðkomandi arbeiðsroyndir til heilsurøktara:

  • Arbeiðsroyndir skulu vera innan heilsu, røkt ella sjúkarøkt. Metingin um arbeiðsroyndirnar eru viðkomandi, verður gjørd, í hvørjum einstøkum føri.
  • Um tímatalið er minni enn fulla tíð, skal váttan vera fyri meir enn 3 mánaðir
  • Ein váttan frá arbeiðsgevara skal fyriliggja, har meðal tímatal pr viku/mánaða og tíðarskeið er váttað 
  • Tað er ikki neyðugt at senda lønarseðlar sum váttan
  • Lívsroyndir, so sum at passa familju ella egin børn kann ikki telja sum arbeiðsroyndir