Umsóknarbløð

 

HEILSUHJÁLPARI

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi, ella 10. flokkur. Varir 15 mánaðir. Byrjar í januar og august.

Arbeiðir sjálvstøðugt við røkt, handaligum stuðli og umsorgan, gevur atgongd til heilsurøktara.

 

HEILSURØKTARI

Upptøkutreyt: Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur miðnámsútbúgving+3 mánaðir arbeiðsroyndir við røkt. Varir 22 mánaðir. Byrjar í mars.

Arbeiðir sjálvstøðugt við likamligari og sálarligari sjúkrarøkt, og endurmenning á eldraøkinum, í sjúkrahúsverkinum v.m. Gevur atgongd til fleiri miðallangar útbúgvingar.

 

NÁMSFRØÐIHJÁLPARI 

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir.

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.

 

 

 

Vegleiðing til umsókn

Uttan niðanfyrinevndu upplýsingar, prógv og váttanir, kann umsóknin vera mett - "ikki nøktandi".

  • Tað er umráðandi, at tú grundgevur á umsóknarblaðnum fyri, hví tú ynskir at taka útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari
  • Tað er umráðandi at greiða frá arbeiðsroyndum eftir loknan fólkaskúla
  • Avrit av dópsváttan/navnabrævi skulu sendast við umsóknini
  • Prógv fyri seinast loknu førleikagevandi skúlagongd skal leggjast við umsóknini
  • Um ein ikki er vísur í, um ein lýkur upptøkukrøvini eftir vanligum reglum, er umráðandi at senda inn øll prógv ein hevur av t.d. einkultfakum, skeiðum v.m.
  • Umráðandi er at undirskriva umsóknina

 

Serlig vegleiðing til umsókn - heilsuhjálparaútbúgvingin:

  • Um tú hevur 10. flokk, er ikki krav um at arbeiðsroyndir eisini eru prógvaðar
  • Um tú t.d. hevur FHS eftir 9. flokk, lýkur tú krøvini fyri upptøku og tá er ikki neyðugt at senda arbeiðsváttanir við umsóknini
  • Um tú søkir til heilsuhjálpara við 9. flokki skalt tú senda inn váttan fyri í minsta lagi eitt ára arbeiðsroyndir
  • Umsøkjari við 9. flokki: Til heilsuhjálparaútbúgvingina er ikki neyðugt, at arbeiðsroyndirnar eru viðkomandi, innanfyri røkt ella umsorg. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast.
  • Ein váttan frá arbeiðsgevara skal sendast við umsóknini, har tímatal pr. viku/mánaða og tíðarskeið skal vera greitt ásett
  • Um tímatalið er minni enn fulla arbeiðsviku um vikuna, skal váttan vera fyri meir enn eitt ára arbeiði
  • Tað er ikki neyðugt at senda lønarseðlar sum váttan

 

Serlig vegleiðing til umsókn - heilsurøktaraútbúgvingin: 

  • Heilsuhjálparaútbúgving er ein fyrimunur
  • Umsøkjari við aðrari skúlagongd, t.d studentsprógvi, HF-prógvi og FHS-prógvi, kann søkja um upptøku, við í minsta lagið 3 mánaða viðkomandi arbeiðsroyndum, fulla tíð 
  • Upptøka uttan heilsuhjálparaútbúgving krevur, at bøkurnar til heilsuhjálparaútbúgvingina verða lisnar áðrenn byrjan

Viðkomandi arbeiðsroyndir til heilsurøktara:

  • Arbeiðsroyndir skulu vera innan heilsu, røkt ella sjúkarøkt. Metingin um arbeiðsroyndirnar eru viðkomandi, verður gjørd, í hvørjum einstøkum føri.
  • Um tímatalið er minni enn fulla tíð, skal váttan vera fyri meir enn 3 mánaðir
  • Ein váttan frá arbeiðsgevara skal fyriliggja, har meðal tímatal pr viku/mánaða og tíðarskeið er váttað 
  • Tað er ikki neyðugt at senda lønarseðlar sum váttan
  • Lívsroyndir, so sum at passa familju ella egin børn kann ikki telja sum arbeiðsroyndir