< SØK INN NÚ, FREIST 1. NOVEMBUR !
09.10.2019 16:42 Age: 10 days

Starv: Tímaløntur undirvísari í enskum og føroyskum


 

 

Heilsuskúli Føroya søkir tímaløntar lærarar at undirvísa í enskum C og B stigi

og føroyskum C og A stigi

 

Søkt verður eftir kandidatum, ella samsvarandi útbúgving, til at undirvísa og hava próvtøku, um lærugreinin verður trekt:

Heilsuhjálparaútbúgving, føroyskt C og enskt C, at byrja 1. januar 2020

og heilsurøktaraútbúgving, føroyskt A og enskt B, at byrja 1. mars 2020.

 

Lærugreinar fylgja somu námsætlanum sum í øðrum miðnámsskúlum.

Størvini eru tímalønt, eftir tímatali í námsætlanini.

 

Næmingar eru skiftivís í skúla og starvsvenjing, tí liggur undirvísingin í blokkum á 3 mánaðar, við 3 mánaða steðgi innímillum. Heilsuhjálpara og heilsurøktaraútbúgvingarnar vara ávíkavist 15 mánaðar og 22 mánaðar.

Løn og setanarviðurskifti eru sambært avvarandi yrkisfelag.

 

Umsókn við prógvum skal verða Heilsuskúlanum í hendi seinast 25. oktobur 2019.

Upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á telduposti heilsuskulin@skulin.fo

 

 

Heilsuskúli Føroya

Grønudalur 2,

950 Porkeri

Tlf 61 42 10

 

www.heilsuskulin.fo